Ein føroyingur er komin illa fyri eftir at hava sett sítt lív í váða fyri statin. Ráðharrin ásannar, at reglurnar tykjast órímiligar, men gevur einki lyfti um at broyta tær. – Hetta er ein einfaldur trupulleiki, sum bert krevur politiskan vilja at loysa. Tann viljin er bara ikki til staðar, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.
Føroyski Høgni Petersen kom heim úr krígnum í Afghanistan við upplivingum, ið høvdu sett síni spor. Sum sonevndur sweeper var hann nevnliga í fremstu røð í krígnum og sá vinir og starvsfelagar doyggja ella fáa álvarsligar løstir. Tí hevur hann síðani 2010 stríðst við tunglyndi og PTSD. Hetta hevur havt við sær, at hann ikki hevur verið førur fyri at arbeiða. Av tí sama hevur hann fingið veitingar frá tí almenna.
Júst veitingarnar frá tí almenna vístu seg at verða ein álvarsligur trupulleiki, tá ið kona hansara og dóttir hennara seinni søktu um familjusameining (familiesammenføring). Tí í donsku útlendingalóggávuni er krav um, at familjulimurin, ið býr fast í Danmark, tvs. føroyski veteranurin, ikki skal hava móttikið ávísar veitingar frá tí almenna.
- Familjan hjá Høgna vendi sær til mín við hesum trupulleikanum. Eg helt og haldi enn, at tað er heilt burturvið, at ein veteranur – ein maður, sum hevur sett sítt lív í váða fyri statin – skal kunna koma í eina slíka støðu, sigur Sjúrður Skaale, sum tí gjørdi av at seta donskum ráðharrum eina røð av spurningum um málið.
- Eg má viðganga, at tey svarini, sum eg higartil havi fingið, eru sera skuffandi. Stjórnin sigur seg skilja støðuna, men vil kortini ikki gera nakað við trupulleikan. Hvørki í hesum málinum ella frameftir.
Fólkatingslimurin hevur ilt við at síggja, at nakað meira kann gerast við málið.
- Vit síggja ferð eftir ferð veteranar, sum koma illa fyri av kríggi, og har samkenslan og hjálparhugurin at síggja til ikki kennir nøkur mørk millum politikarar. Í hesum føri hevði verið lætt at bøtt um eina ólukkuliga støðu – men viljin er ikki til tað. Tað er ómetaliga harmiligt.