Danska stjórnin vil hvørki raðfesta neyðuga lógarverkið ella pening til fleiri starvfólk. – Eg haldi heilt greitt, at stjórnin harvið forsømir sínar skyldur í Føroyum, og tað eiga vit ikki at góðtaka, sigur Sjúrður Skaale.
Føroyar hava einki fongsul, men eina arrest, sum verður brúkt sum fongsul. Umstøðurnar – og rættartrygdin – hjá føroyskum fangum eru verri, enn umstøðurnar hjá donskum fangum. Orsøkin er millum annað, at neyðuga lógarverkið ikki er sett í verk fyri Føroyar. Og stjórnin hevur boðað frá, at hetta verður ikki í bræði.
- Eg havi í vikuni fingið at vita, at neyðugar lógarbroytingar verða ikki gjørdar fyrr enn um fleiri ár, sigur Sjúrður Skaale.
Sama er galdandi fyri fangavørðar. Støðan í Mjørkadali er nevniliga ikki nøktandi og tørvur er á fleiri starvsfólkum.
- At tørvurin er á fleiri starvsfólkum í Mjørkadali, havi eg sagt løgmálaráðharranum frá bæði alment og undir fýra eygum, sigur Sjúrður Skaale.
- Men nú er formligt svar komið uppá ein spurning um tað. Og tað er bara eitt ”nei” uttan haldgóða grundgeving.
- Hetta kann ikki góðtakast – og tí verða hesi viðurskifti eisini tikin upp í nýggja árinum.
Svarið frá løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, er her:
https://www.ft.dk/samling/20171/spoergsmaal/s287/svar/1453068/1835294.pdf
Víst verður eisini til hesi svar: S 575 frá maj 2017 og so S 245 frá fyrr í hesum mánaðinum.