Sjúrður Skaale
14. marts 2017
Sjúrður Skaale

Stjórnin byggir á alternativ fakta

Viðkaður spyrjitími var á skránni í dag í Fólkatinginum har eisini føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini høvdu høvið at seta spurningar til Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra.

Forsætisráðharrin sigur, at grundlógin er ein ófrávíkiligur karmur um ríkisfelagsskapin.

 

Fakta sigur nakað annað, vísti Sjúrður Skaale á. Nógv av rættindum og heimildum Føroya stava ikki frá grundlógini.

 

Ósemjan um hetta var aftur til viðgerðar á Fólkatingi í dag. Sí orðaskiftið her.