Tann 9. mars hevur Sjúrður Skaale sett tveir §20 spurningar til verjumálaráðharran.
Er ráðharrin til reiðar at viðurkenna og heiðra avrikunum hjá veteranum, ið eru búsitandi í Føroyum, við einum medaljuhátíðarhaldi í Føroyum?
Grundgeving:
Veteranar, ið eru búsitandi í Føroyum, fáa í dag teirra medaljur senda við postinum, tá tað ikki er nakað medaljuhátíðarhald, ið heiðrar veteranum í Føroyum – alternativið er, at ferðast til Danmarkar fyri egna rokning.
Hevur ráðharrin ætlanir um at gera nakað við, at skrásetta talið av veteranum í Føroyum ikki samsvarar við, hvussu nógvir veteranar veruliga eru í Føroyum?
Grundgeving
Í svari til Føroyanevndina tann 22. Februar 2016 upplýsti ráðharrin, at tað pr. 1. februar 2016 eru skrásettir 16 veteranar í Føroyum. Tað veruliga talið er nógv hægri. Orsøkin til feilin er allarhelst, at skráseting einans fer fram, tá veterankort verða útskrivað.
Ráðharrin skal svara spurningunum innan seks gerandisdagar.