Sjúrður Skaale
Lesarabræv22. maj 2013
Sjúrður Skaale

Spindoktarin hjá Edmundi og hansara vrøvl

Stuðulspedagogurin hjá Edmundi Joensen hevur enn einaferð selt honum eina grein, sum er full í feilum. Edmund Joensen er á mangan hátt ein hugfarsligur maður. Men hann er ógvuliga hjálparleysur. Til dømis skrivar hann ikki eitt einasta orð sjálvur, men rindar spindoktarum at skriva fyri seg. Soleiðis heldur Edmund høvdið omanfyri politisku vatnskorpuna.

Stuðulspedagogurin hjá Edmundi Joensen hevur enn einaferð selt honum eina grein, sum er full í feilum.

Edmund Joensen er á mangan hátt ein hugfarsligur maður. Men hann er ógvuliga hjálparleysur. Til dømis skrivar hann ikki eitt einasta orð sjálvur, men rindar spindoktarum at skriva fyri seg. Soleiðis heldur Edmund høvdið omanfyri politisku vatnskorpuna.

Eg havi ofta biðið Edmund ansa eftir hvat tað er, sum hann letur fólk skriva í sínum navni, tí hann kemur í heilum illa fyri av tí. Men tað hjálpir ikki. Spindoktararnir skulu jú hava sína løn, so okkurt mugu teir gera.

Í gjár skrivar so ein av stuðulspedagogunum hjá Edmundi - í Edmundsa navni! - at tað er mín skyld, at danir halda Føroyar fáa størri blokkstuðul, enn veruleikin er.

PR-maðurin skrivar: "Hvørji eru so tey, ið hava og framvegis útbreiða boðskapin fyri danskarum um teir dýru føroyingarnar?  

Millum nøvnini teljast Sjúrður Skaale sjálvur (...). Framvegis hoyrist hesin boðskapur av fólkatingsins røðarapalli, tá ið Javnaðarflokkurin á Fólkatingi útleggur tekstin.  

Ja, soleiðis ber til við kanningum at máta effektina av politikkinum hjá sær sjálvum."   

 

Lygn

Tá tú keypir eina vøru, sum ikki er í lagi, kanst tú fara aftur til handilin við henni. Men tá Edmund keypir eitt lesarabræv, kann hann ikki fara aftur við tí - hóast feilir eru í tí. Tá tað er prentað, hongur Edmund uppá tað, sum stendur.

Og í gjár legði Edmund enn einaferð navn til eina lygn.

Eg havi ALDRIN á fólkatingsins talarastóli sagt, at Føroyar tyngja statskassan. Hinvegin havi eg fleiri ferðir ført fram, at Føroyar samanumtikið ikki eru nøkur vánalig forrætning fyri Danmark, og at blokkurin er nógv størri í høvdinum á fólki enn í veruleikanum.

T.d. havi eg undir eini fíggjarlógarviðgerð sagt hetta: "Som i tilfældet med Grønland er der dog en udbredt opfattelse, når det gælder Færøerne: Nemlig at de koster statskassen penge. Mange penge. Ifølge opfattelsen langt mere end der står i den finanslov, vi har på bordet."

 

Ikki sunt

Hetta merkir ikki, at eg taki undir við at hækka blokkin. Eg haldi blokkin órógva bæði viðurskiftini millum Føroyar og Danmark - og  politisku skipanina í Føroyum.

Vit hava jú ein flokk - Sambandsflokkin - sum val eftir val hevur sama boðskap: Vel okkum, so fáa tit danskar pengar - vel hini, so fáa tit ongar danskar pengar.

At lova fólki danskar pengar er Sambandsfloksins eksistensgrundarlag. Og tað er skaðiligt, tí tað flytir fokus frá hvat vit sjálv kunnu gera. Alt fer at snúgva seg um, hvat vit kunnu fáa Danmark at rinda fyri okkum.

Hesum hugburði er Edmund Joensen fremsti talsmaður fyri - eisini í Danmark. Og tað er ikki serliga gott fyri umdømi Føroya. 

 

Sjúrður Skaale