10. september 2021

Spennandi lestrarstarv hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi

Ert tú lesandi, og hevur hug at arbeiða við politikki á einum spennandi arbeiðsplássi? So er tað kanska júst tær vit leita eftir!

Um teg

Vit vænta, at tú ert áhugað/ur í politikki og samfelagsviðurskiftum, hevur góð samstarvsevnir, ert ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Týdningarmikið er, at tú dugir væl føroyskt, danskt og enskt mál bæði í skrift og talu.

Neyðugt er at hava bústað í Danmark, og vit sóknast serliga eftir einum lesandi, ið er um at verða liðug/ur við bachelorritgerðina, ella júst er byrjað/ur á kandidatinum, og hevur umleið 2 ár eftir lesnaðinum.

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur eina løg- ella búskaparfrøðiliga bakgrund.

 

Um starvið

Vit hava eina lítla skrivstovu, ið koyrir við nógvari ferð og av tí sama røkir fleiri uppgávur innan politikk, samskifti og fyrisiting.

Arbeiðsuppgávurnar í lestrarstarvinum eru fjølbroyttar, og fevna m.a. um løgfrøðiligar spurningar, fyrireiking av málum, at finna fram viðkomandi upplýsingar og journalisera, hjálpa við bókhaldsuppgávum og at fyrireika ráðstevnur og onnur tiltøk.

Starvið er 15 tímar um vikuna og lønin 155 kr. um tíman, við starvsstaði á Christiansborg í Keypmannahavn.

 

Meiri fæst at vita um lestrarstarvið og um Javnaðarflokkin á fólkatingi við at venda sær til Maluna á Dunga, á tel. +45 61 62 36 18.

Umsókn saman við lívsrensli, prógvum, viðmælum og viðkomandi skjølum skal sendast á malan.dunga@ft.dk, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. september 2021 kl 12:00.