Tíðindi20. februar 2013

Soleiðis verður útbúgvingarstuðulin skerdur

Fyrst er at siga, at eingin serstøk ætlan er um at skerja hjá føroyingum. Føroysk lesandi verða sostatt bara rakt av teirri generellu sparingini. Her er ein stutt yvirlit yvir tey 8 uppskotini hjá stjórnini.

Síðani danska stjórnin boðaði frá, at hon skal spara 2 milliardir av útreiðslunum til útbúgvingarstuðul, hava fleiri vent sær til Javnaðarflokkin á Fólkatingi og spurt, hvussu ætlaða sparingin rakar tey.

Fyrst er at siga, at eingin serstøk ætlan er um at skerja hjá føroyingum. Føroysk lesandi verða sostatt bara rakt av teirri generellu sparingini.

Her er ein stutt yvirlit yvir tey 8 uppskotini hjá stjórnini. Alt, har annað ikki er nevnt, snýr seg um tey, sum fara undir lesturin frá 1. juli í 2014 – lesandi, ið vóru liðug í 2011 og fara undir víðari lestur í 2014 søkja tó framvegis inn eftir gomlu treytunum.

                                           

1.       Um tú byrjar víðari lestur meira enn 2 ár aftaná at vera liðug við miðnám, fært tú bert SU í normeraða tíð. (Um tú byrjar innan 2 ár ella skiftir útbúgving, so fært tú sostatt framvegis SU í normeraða tíð + 12 mánaðir og hevur tú læknaváttan uppá sjúku, so ber framvegis til at fáa eyka SU. Serskipanirnar, sum taka við, um tú verður foreldur undir lesnaðinum, verða somuleiðis framvegis galdandi.)

2.       Hevur tú meira enn 6 mánaðir uttan aktivitet á tíni útbúgving, fært tú ikki longur SU. Samstundis verður krav, at tú skalt melda teg til øll fak og allar royndir.

3.       Stjórnin vil gera tað lættari at taka fak ímillum ymiskan lestur og annars at gera alla administrativa tilgongd lættari.

4.       Universitetini skulu arbeiða fyri, at fólk í 2020 lesa í miðal 3,7 mánaðir styttri.

5.       Tú fært ikki longur SU, um tú supplerar einstøk fak yvir eitt longri tíðarskeið. (SU skal bert latast til supplering, um tú tekur 3-6 vikurs skeið).

6.       Tað fer ikki longur at bera til at fáa SU, um tú byrjar meira enn 5 ymiskar ”ungdómsuddannelser” (miðnám og líknandi, sum gevur rætt til SU). Hetta skal galda frá 2015.

7.       Heimabúgvandi fáa minni í SU.

8.       SU verður minni prístalsregulað. (Nú skal tað regulerast á sama hátt sum m.a. dagpengar og kontanthjálp).

 

Hesi 8 uppskot skulu, sambært stjórnini, í 2020 hava við sær, at ríkiskassin sparir umleið 2 milliardir.

Enn er bert talan um uppskot – broytingar kunnu sjálvsagt koma, tá tey eru viðgjørd í fólkatinginum.