Grein30. oktober 2013

Skúlar í Norðurlondum skulu markera barnarættindi

Sjúrður Skaale luttekur hesa vikuna á ársfundi í Norðurlandaráðnum, har hann situr í mentanar- og útbúgvingarnevndini. Í dag setti mentanar- og útbúgvingarnevndin fram uppskot um at skúlarnir í Norðurlondum skulu markera barnarættindi. Tað var Sjúrður, sum vegna nevndina, legði uppskotið fram í stórtinginum í Oslo.

Uppskotið mælir m.a. norðurlendsku stjórnunum til, at skipa fyri einum felags norðurlendskum skúladegi tann 20. november 2014 - ið er 25 ára dagurin fyri ST barnakonventiónini - har næmingarnir skulu læra um teirra rættindi og um fólkaræði. Eisini verður mælt til, at tingini í øllum norðurlondum skipa fyri einum ungdómstingi, har børn og ung taka sæti á tingi og kjakast um fólkaræði og barnarættindi. 

Uppskotið varð einmælt samtykt av Norðurlandaráðnum.

Sí øll tilmælini til norðurlendsku stjórnirnar og her.