Sjúrður Skaale
Tíðindi16. juni 2014
Sjúrður Skaale

Sjúrður við í Arktiska Arbeiðsbólkinum

Fólkatingið hevur í juni 2014 sett ein arktiskan arbeiðsbólk. Endamálið er at varpa størri ljós á virksemi í arktiska økinum. Arbeiðsbólkurin skal tryggja eina størri ávirkan á arktisku dagsskránna og skal menna arktiska samstarvið.

Við arbeiðsbólkinum verður betri høvi at fylgja við og hava fingurin á pulsinum um áhugamál í Arktis. Arbeiðsbólkurin fer m.a. at fylgja virkseminum í  arktiska tingbólkinum, sum hoyrir undir Arktiska Ráðið.

Harumframt er arbeiðsbólkurin ætlaður sum ein samskiftisliður millum Fólkatingið, Løgtingið og Inatsisartut (grønlendska løgtingið) um arktisk mál.

Hvør er við
8 limir eru í Arktiska arbeiðsbólkinum. Umframt Sjúrð eru báðir teir grønlendsku fólkatingslimirnir eisini við. Mannigin er handan:

Sjúrður Skaale (JF)
Sara Olsvig (Inuit Ataqatigiit)
Doris Jakobsen (Siumut)
Per Stig Møller (Det Konservative Folkeparti)
Steen Gade (Socialistisk Folkeparti)
Finn Sørensen (Enhedslisten)
Mikkel Dencker (Dansk Folkeparti)
Villum Christensen (Liberal Alliance)