Tíðindi11. juni 2012

Sjúrður spyr um samkynd

Sjúrður Skaale hevur gjøgnum Føroyanevndina spurt Karen Hækkerup, sosial- og integratiónsráðharra, hvørja støðu samkynd, sum verða gift í Danmark, fara at hava í Føroyum.

Hósdagin gjørdi Fólkatingið av, at samkynd í Danmark skulu hava somu rættindi at giftast sum hinkynd. Hetta hevur millum annað við sær, at samkynd nú kunnu giftast í kirkjum, og annars at giftarmál millum samkynd eftir ætlan fara at hava somu rættarfylgjur í Danmark sum giftarmál millum mann og kvinnu.

Í Føroyum hava samkynd hvørki rættindi til at giftast ella til skrásett parlag.

Tí vil Sjúrður Skaale hava at vita frá Karen Hækkerup, sosial- og integratiónsráðharra, hvussu rættarstøðan hjá samkyndum, sum eru gift í Danmark, verður, um tey flyta til Føroya.

Sjálvur nevndarspurningurin er soljóðandi:

Hvilken status har et giftermål blandt to, der bliver gift i henhold til det netop vedtagne lovforslag L 106 om ægteskab mellem to personer af samme køn, såfremt de flytter til Færøerne, der hverken tillader registreret partnerskab eller borgerlig eller kirkelig vielse af personer af samme køn?

Freistin at svara nevndarspurningum er 4 vikur.