Tíðindi06. september 2013

Sjúrður spyr um arktiska universitetið

Arktiska universitetið er samstarv millum lestrarstovnar í arktiska økinum, ið er stovnað av teimum 8 londunum í Arktiska Ráðnum.

Arktiska universitetið er samstarv millum lestrarstovnar í arktiska økinum, ið er stovnað av teimum 8 londunum í Arktiska Ráðnum. Danski stuðulin til arktiska universitetið varð í árunum 2010-2012 3 mió. kr. árliga. Í danska fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 er ongin peningur settur av til samstarvið, tí eykajáttanin frá 2013 á 3. mió. kr. skuldi nýtast í bæði 2013 og 2014.

Í tí sambandi hevur Sjúrður Skaale sett fylgjandi §19 spurning til danska undirvísingarmálaráðharran, Morten Østergaard, fyri at tryggja framhaldandi danskan stuðul til samstarvið:

I finanslovforslaget for 2014 står der, at der er afsat 3,0 mio. kr. i 2015 til et fornyet tilskud til Arktisk Universitet som følge af, at tilskuddet i 2013 anvendes i både 2013 og 2014, kan ministeren redegøre for, hvordan han vil sikre den fremtidige danske støtte og engagement til Arktisk Universitet?

 

Svarfreistin er 7 dagar, so svar kemur væntandi frá danska undirvísingarmálaráðharranum í komandi viku.

Les meira um Arktiska Universitetið (UArctic) her.