Sjúrður Skaale
09. marts 2016
Sjúrður Skaale

Sjúrður spyr Løkke um Fámjinsskjalið

Tann 8. mars setti Sjúrður Skaale ein nevndarspurning og ein grein 20 spurning um Fámjinsskjalið til danska forsætisráðharran.

Grein 20 spurningurin

Heldur forsætisráðharrin, at danska stjórnin hevur virkað samsvarandi ásetingunum í Fámjinsskjalinum frá 2005, tá Danmark í síðstu viku avgjørdi at senda hernaðarligan stuðul til Sýria uttan at upplýsa føroyingar ella at ráðføra seg við føroyingar um hetta áðrenn?

Bakgrund

Tann 29. mars 2005 undirskrivaðu táverandi uttanríkismálaráðharrin, Per Stig Møller, og táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, eitt felags prinsippskjal. Prinsippskjalið, eisini kallað Fáminsskjalið, hevur til endamáls at tryggja, at Føroyingar verða tiknir við uppá ráð og hava samávirkan í umsitingini av uttanríkis og trygdarpolitiskum spurningum, ið hava ávirkan á Føroyar.

Hóast verjumál er danskt málsøki, verður mett, at avgerðin hevur týdning fyri Føroyar, tá alt ríkið verður krígsførandi.

 

Nevndarspurningurin

Kann forsætisráðharrin upplýsa, hvussu danska stjórnin tulkar Fámjinsskjalið frá 2005, har tað stendur, at Føroyar, í umsitingini av uttanríkis og verjupolitiskum spurningum, ið hava týdning fyri Føroyar, verða tiknar við uppá ráð og hava samávirkan. Kann forsætisráðharrin eisini upplýsa, hvør orsøkin er til, at Danmark í síðstu viku avgjørdi at víðka hernaðarluttøkuna í Irak og Sýria uttan áðrenn at ráðføra seg við ella upplýsa Føroyingar um hetta.

Forsætisráðharrin skal svara grein 20 spurninginum innan seks gerandisdagar og nevndarspurninginum innan fýra vikur.