Sjúrður Skaale
23. august 2016
Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale í eftirlitsnevndini í Norðurlendska íløgubankanum

Sjúrður Skaale er umboðandi Danmark blivin limur í eftirlitsnevndini í Norðurlendska íløgubankanum.

Norðurlendski íløgubankin (NIB) er altjóða íløgubankin hjá norðurlendsku og baltisku londunum, og uppgávan hjá eftirlitsnevndini er at tryggja, at raksturin av bankanum er samsvarandi viðtøkum bankans. Hvørt limaland velur ein lim í nevndina, ímeðan stjórnarráðið í bankanum velur formannin og næstformannin. Tey átta londini, ið eru umboðaði í eftirlitsnevndini, eru: Danmark, Ísland, Norra, Svøríki, Finnland, Estland, Lettland og Litava.