Kongsgarðurin í Eystrum í Porkeri er eitt serstakt fornminni, sum Porkeris Fornminnafelag í mong ár hevur arbeitt fyri at seta í stand.
Í øðrum av húsunum búði fólk í 1584, og hitt er bygt í umleið 1860 ella 1870. Ein løða og eitt sornhús, har korn varð turkað, hoyrir eisini til garðin.
Porkeris Fornminnafelag hevur í mong ár arbeitt við at endurreisa garðin í upprunaligum sniði. Harumframt ætlar felagið at endurskapa gomlu "Skemmukrambúðina" frá 1898, sum var miðdepil í bygdalívinum í Porkeri í mong ár.
Tað hevur við miðvísum arbeiði eydnast at fáa hesa ætlan skrásetta sum eina av fleiri verkætlanum, sum fáa stuðul frá programminum "levende museum i arktis" hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Føroyskur stuðul er eisini fingin til arbeiði - men tað hevur als ikki rokkið til at gera verkætlanina lidna. Umleið tvær milliónir resta í.
Fyri tveimum árum síðani setti felagið seg tí í samband við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, og eftir eina vitjan í Porkeri í 2013 hava partarnir roynt at finna fígging. Fyrst frá privatum grunnum, og síðani gjøgnum donsku fíggjarlógina.
Nú er komið á mál. Hósdagin 30. apríl kemur eitt uppskot um eykajáttan í donsku fíggjarnevndina, sum ber í sær, at Porkeris Fornminnafelag fær tvær milliónir til at gera verkætlanina lidna. Politisku avtalurnar eru gjørdar, og meirilutin er uppá pláss.
Vónað og væntað verður, at hetta heilt serstaka, óvanliga gamla, men kortini "livandi" fornminni skal draga bæði útlendsk og føroysk ferðafólk Porkeris.
Saman við øðrum verkætlanum sum eru í gongd, skal hetta eisini gera alla Suðuroynna enn meiri lokkandi hjá ferðafólki.
Tá húsini í Eystrum eru liðug, skulu tey eisini kunna leigast út til fólk, sum kunnu búgva har í styttri tíðarskeið.
Mikukvøldið 29. apríl verður kunnað um ætlanirnar á almennum fundi í Porkeri.
Magnus Hansen, form. í Porkeris Fornminnafelag
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður