Í farnu viku var grein á danska netmiðlinum, Altinget, sum kravdi, at føroyingar steðgaðu við at ala laks. Føroyska fólkatingsumboðið fyri Javnaðarflokkin hevur sent miðlinum eitt svar, sum er lagt út í morgun.
Óteljandi ferðir hevur fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum vart grindadrápið móti kritikki. Men í farnu viku var ein grein á størsta danska netmiðlinum - Altinget - sum kravdi, at vit steðgaðu við at ala laks.
Sjúrður Skaale sendi teimum hetta svarið, sum er lagt út í morgun.
Føroyski fólkatingsmaðurin leggur afturat, at vit skulu ikki vera erkvisin. Vit skulu ikki avvísa allan kritikk av tí, vit gera í Føroyum. Minnist til: tað var ikki minst kritikkur uttaneftir sum gjørdi, at tann snøgt sagt barbariski mátin at drepa grind uppá steðgaði. Men vit mugu krevja, at tingini vera sett í samanhang.
Greinin kann lesast HER