Fólkatingsárið endar hesa vikuna, og í allan dag hava flokkarnir havt drúgt endaorðaskifti, har eisini Sjúrður Skaale flutti fram røðu, ið kyndi lív í salin, tá ið langt var fráliðið.
- Undir Covid-19 kreppuni, hevur ein serføroyskur lærdómur tikið seg upp í Føroyum: Laksadoktrini, segði Sjúrður Skaale.
Í røðuni, vísti hann á hvussu hetta doktrini eigur at brúkast sum fyrimynd fyri hvussu politisk mál í Ríkisfelagsskapinum kunnu loysast, sum fekk flestu fólkini í salinum at flenna.
Tað var tó ikki bara gaman í salinum. Sjúrður Skaale var sera atfinningarsamur móti donsku rættarskipanini undir orðaskiftinum – sama dag, sum hægstirættur fríkendi fýra menn í Eik-málinum.
Sí røðuna í fullum líki í sjónvarpsbrotinum omanfyri.