Tá ið fólkatingið varð sett, tók Sjúrður Skaale fram málini, sum hava merkt Føroyar í seinastuni - alt frá springaradrápinum til týðing av prædikum og økta áhuganum fyri Arktis.
Undir setanarorðaskiftinum verður vanliga tikið saman um mál sum eru farin, og hvørji mál liggja fyri framman.
Sjúrður brúkti enn einaferð høvi at heita á stjórnina um at sleppa ætlanunum um at áleggja føroyskum trúarsamfeløgum í Danmark at týða prædikur til danskt.
Somuleiðis slapst ikki uttanum springaradrápið, sum fór fram 12. september. Flestallir fólkatingslimirnir hava fingið illar teldupostar í hópatali um teir 1.426 springararnar, sum vórðu dripnir.
Sjúrður tók upp hvussu – hóast føroyingar hava verið meira ósamdir í springaramálinum enn, tá ið kemur til grindadráp – tað kortini er misvísandi, at intelligensur hjá ella disneyfisering av springarunum skulu vera meira galdandi moralsk mótargument í hesum málinum, enn tá ið tað kemur til grísasláturin í Danmark. Grísar liva oftani í búri við tí einasta endamálinum at blíva til matvøru, hóast teir annars eru gløggari enn hundar, vísti hann á.
Til ber at hoyra røðuna í fullum líki, um tú trýstir á myndina omanfyri.