Danmarks Radio hevur varpað ljós á kjakið um fólkafráflyting og serliga kvinnuundirskotið í Føroyum.
Fólkafráflytingin vekir eisini ans uttan fyri landoddarnar. Sjónvarpssendingin Horisont á DR2 tók mánakvøldið 21. oktober 2013 upp kjakið um fólkafráflyting. Serliga kvinnuundirskotið var í ljósmálanum. Men eru Føroyar veruliga so konservativar sum sendingin leggur upp til? Í sjónvarpssamrøðu við DR2 Morgen týsmorgun 22. oktober 2013 ger Sjúrður Skaale vart við, at broytingar rørast í føroyska samfelagnum.
Trýst her fyri at síggja sjónvarpssamrøðuna (uttanhýsis leinki).