Lesarabræv14. september 2011

Samríkisflokkurin, sum er Føroya fremsti sjálvstýrisflokkur

Javnaðarflokkurin er ikki fyri loysing. Men hvør flytir Føroyar fram á sjálvstýrisleið?

Onkur segði at ein politisk ideologi er ein viti, tú skalt stýra eftir - ikki á.

Undir viðgerðini av Stjórnarskipan Føroya var onkur flokkur so upptikin av síni egnu ideologi, at hon kom í vegin fyri málinum. Flokkurin rendi á ideologiina. Hon lýsir framvegis líka bjørt sum áður - men tann politiski førningurin fór til botns allur, sum hann var.

Eftir stendur nú einans danska grundlógin. Tað, sum var loysingarpolitikkur í orðum - tað var sambandspolitikkur í verki. 

Javnaðarflokkurin vil ikki loysa Føroyar úr tí 600 ára gamla felagsskapinum við Danmark. Men hann atkvøddi fyri Stjórnarskipan Føroya.

Javnaðarflokkurin slóðaði fyri, at vit fingu egið lóggávuvald í 1948.

Og hvør yvirtók kommunumál? Apoteksverk? Postverk? Undirgrund? Fólkakirkju?

Har Javnaðarflokkurin ikki stóð fyri tí, var hann ið hvussu er við.

Sama er við stjórnarskipan Føroya sum ásetir, at valdið er hjá Føroya fólki. Sjálvsavgerðarrættur er ikki nakað tú biður um, men nakað tú tekur tær.

Javnaðarflokkurin er samríkisflokkur. Men í verki hevur ongin flutt Føroyar longur fram á sjálvstýrisleið enn hann.

Hugsa um tað í morgin. Tað eru ikki orðini, sum telja. Tað er verkið. Tað er ikki retorikkurin. Tað er politikkurin.