Tíðindi23. maj 2022

Røðurnar hjá Sjúrði Skaale vekja ans í Danmark

Sjúrður Skaale, umboð fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi, hevur ferð eftir ferð víst, at hann hevur serliga góð evni at skriva og halda røðir. Hetta vekjir ans í Danmark.

Um tú hevur fylgt endaorðaskiftinum í Fólkatinginum seinnu tímarnar seinastu 10 árini, hevur tú uttan iva lagt merki til røðurnar hjá Sjúrði Skaale. Tær eru undirhaldandi og fær allan salin at flenna. Tó er hetta ikki endamálið í sær sjálvum, men eitt amboð fyri at fáa fólk at lurta. 

Soleiðis skrivar politiski miðilin Altinget á heimasíðu teirra, har tey hava gjørt eitt styttri filmsbrot og samrøðu við Sjúrð.

- Um ein røða skal fanga, er tað týdningarmikið, at søgan fangar. At tað síðani eru skemtiligar forteljingar í røðuni, er bara eitt bonus, men ikki endamálið, sigur Sjúrður Skaale.

Sí greinina hjá Altinget her: Færøsk politiker om sine morsomme taler: “Det er den eneste chance, jeg har” - Altinget: Arktis