Røðan »Ísrael er ljósið í miðeystri« er kosin ársins tala í Danmark í 2024.
Røðan til endaorðaskifti fólkatingsins í mai mánaði fyrr í ár fekk nógva umrøðu og rós í tingsalinum og donskum miðlum. Eitt nú segði Mette Frederiksen, forsætismálaráðfrú, røðuna vera ta bestu, hon hevði hoyrt í danska fólkatinginum í árinum, og eisini uttanfyri landoddarnar vakti røðan ans.
Tað er felagsskapurin Danske Taler, sum á hvørjum ári savnar inn tilnevningar um ársins talu, og ein metingarbólkur útnevnir vinnaran. Áður hava millum annað Mette Frederiksen, Sofie Linde og Krúnprinsessu Mary vunnið heiðurin fyri talur, sum á serstakan hátt hava merkt almenna orðaskiftið.
Virðislønin verður handað fólkatingsmanninum til samkomu í danska høvuðsstaðnum hin 12 novembur í ár.
Lesið meira við at trýsta her