Lesarabræv31. august 2012

Ríkisfelagsskapur ella grundlóg - tað er antin ella

Tann stóri ríkisfelagsskapurin kann ikki kroystast niður á ta trongu grundlógina

(Henda greinin er umsett úr donskum - hon stendur í Politiken í dag og er ein viðmerking til greinarøðina, sum blaðið farnu vikurnar hevur havt um ríkisfelagsskapin).

Politiken hevur í síðstuni skrivað um framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum - sædda úr teimum trimum londunum.

Frá danskari síðu verður gjørt púra greitt, at allar broytingar mugu henda innan grundlógarinnar karmar.

Tað skilji eg ikki. Grundlógin sigur jú einki um ríkisfelagsskapin. Og til tess at menna og styrkja ríkisfelagsskapin, eru grundlógarinnar karmar sprongdir aftur og aftur.

Føroyar fingu til dømis lóggávuvald eftir kríggið. Vit samráðast við onnur lond um handils- og fiskivinnusáttmálar. Beint nú er eitt fleirtjóða stríð - makrelstríðið - har Danmark, sum partur av ES, er okkara mótpartur.

Hetta eru alt dømi um, at grundlógin er sprongd. Og var hon ikki sprongd, hevði tað helst verið ríkisfelagsskapurin, sum var sprongdur.

Tí er tað ikki rætt, tá forsætisráðharrin í Politiken sunnudagin sigur, at "vit hava ein sterkan ríkisfelagsskap, sum byggir á grundlógina". Tað er júst øvut: ANTIN halda vit okkum til grundlógina, ELLA hava vit ein sterkan ríkisfelagsskap. Vit kunnu ikki gera bæði.

At fáa ríkisfelagsskapin at passa til grundlógina, er sum at kroysta ein fót sum er stødd 46 niður í ein skógv, sum er stødd 36. Ásetingarnar í grundlógini eru rætt og slætt ov trongar til at kunna hýsa veruleikanum.

 

Veruleikafjar formalisma

Kortini siga danskir forsætisráðharrar aftur og aftur, at allar broytingar í ríkisfelagsskapinum mugu vera innan fyri grundlógarinnar karmar.

Tað var eisini við hesum boðum, at Lars Løkke Rasmussen í fjør kom til Føroya til tess at steðga arbeiðinum við føroysku stjórnarskipanini: Løgmálaráðið hevði í eini fyribils útgávu funnið viðurskifti, sum ikki samsvaraðu við grundlógina.

Nýggja stjórnin sigur í sínum samgonguskjali, at hon virðir føroyska ynskið um egna stjórnarskipan, men at ógreiða ikki má skapast um støðu Føroya í mun til ríkisins grundlóg.

Men henda støða ER ógreið. Summastaðni klára fólk bara ikki at hýsa tí tanka, at ríkisfelagsskapurin ikki verður skipaður sambært grundlógini. Tí verður roynt at trýsta tann stóra fótin niður í tann lítla skógvin við t.d. at siga, at Føroyar ikki hava veruligt lóggávuvald, men bert umsita nakrar heimildir, sum eru útdelegeraðar frá statinum.

Evsta rættarkelda Føroya er sostatt ikki Føroya fólk - men danski staturin. Hetta merkir, í sínum evsta konsekvensi, at Fólkatingið kann avtaka heimastýrið. Tankin er høpisleysur - men av tí at grundlógin bert loyvir einum lóggávutingi í ríkinum, má ein halda seg til hesa fatan fyri at fáa løgfrøðina og veruleikan at passa saman.

Embætismenn eiga helst at hyggja at viðurskiftunum gjøgnum grundlógarinnar optikk. Men politikarar áttu at hugt at politiskum møguleikum heldur enn juridiskum avmarkingum.

 

Viðvend delegatión

Í Føroyum er stórt og kensluborið, men ikki serliga konstruktivt stríð um viðurskiftini við Danmark.

Umrødda uppskot til føroyska stjórnarskipan snúði seg mest um at skipa innlendis føroysk viðurskifti, men tað var eisini ein roynd at finna ein felagsnevnara, sum kundi byggja brúgv millum mótpolarnar í stríðnum um viðurskiftini við Danmark.

Loysnin fekk heitið "tann viðvenda delegatiónin":

Øðrumegin góðkendu vit í uppskotinum teit sáttmálar og tær lógir, sum skipa viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar - altso ríkisfelagsskapin, sum vit kenna hann.

Hinumegin knæsettu vit ta demokratisku grundreglu, at evsta vald og evsti myndugleiki í Føroyum ikki er hjá danska statinum, men hjá Føroya fólki. Altso at viðurskiftini ikki eru grundað á, at Danmark hevur latið Føroyum nakrar heimildir at umsita Danmarkar vegna, men at Føroyar hava latið Danmark uttanríkispolitikk, verjupolitikk osv. at umsita Føroya vegna.

Og so stóð eisini, at Føroyar hava rætt at yvirtaka hesi málsøki og skipað egið ríki - júst sum fleiri danskir forsætisráðharrar hava boðað frá aftur og aftur.

Í praksis hevði stjórnarskipanin neyvan fingið ta stóru ávirkanina á viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum. Men fyri føroysku sjálvskensluna hevði tað havt stóran týdning, at vit á fólkaatkvøðu fyri fyrstu ferð viðtóku egin virði, egnar lógarkarmar, og at samstarvið við Danmark bygdi á hesa grund.

Ein skal jú eisini minnast til, at danska grundlógin hvørki er skrivað ella viðtikin í Føroyum. Og tað eru sera fá, sum halda sína fatan at viðurskiftunum vera umboðaða av teirri juridisku formalismuni í løgmálaráðnum. Stjórnarskipanin hevðiu tí bæði fingið frið millum mótpolarnar í Føroyum, og eisini stabiliserað viðurskiftini við Danmark.

 

Politiskar brillur

Arbeiði við stjórnarskipanini liggur stilt nú, men verður tikið fram aftur. Har liggur jú eitt næstan liðugt uppskot.

Um tað eydnast at sameina ytstu vengurnar í Føroyum um uppskotið - og tað er jú sera trupult - so eigur danska stjórnin ikki bert at analysera uppskotið í mun til grundlógina. Hon eigur at seta tær politisku brillurnar á nøsina, og meta um, hvørt tað, sum stendur, er rímiligt. Er svarið ja, eigur stjórnin at góðtaka tað.

Soleiðis er gjørt so mangan áður. Ríkisfelagsskapurin virkar júst orsaka av, at hann ikki er eitt juridisk búr, men ein skipan, sum byggir á politiskt forstáilsi.

Í veruleikanum er øll skipanin eitt risastórt brot á grundlógina. Men tí hevur eingin fingið skaða av.

Sjúrður Skaale