- Tað er hent ein rúgva av viðkomandi tingum á Fólkatingi, meðan Javnaðarflokkurin hevur havt sæti. So seint sum í gjár hoyrdu vit, at danska stjórnin tekur enn fleiri stig fyri at økja kunnleikan hjá dønum um Føroyar og ríkisfelagsskapin sum heild. So hetta er ein spennandi avbjóðing, sigur hon.
Í morgun varð útskiftingin í fólkatingsmanningini hjá Javnaðarflokkinum formliga góðkend í fólkatingssalinum, og Rigmor Dam tekur sæti fyri Sjúrð Skaale komandi vikuna.
Rigmor Dam hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki sum bæði løgtings- og landsstýriskvinna. Hon varð fyrstu ferð vald inn á ting í 2011, men hetta er fyrstu ferð, at hon tekur sæti á Fólkatingi.
- Tað er hent ein rúgva av viðkomandi tingum á Fólkatingi, meðan Javnaðarflokkurin hevur havt sæti. So seint sum í gjár hoyrdu vit, at danska stjórnin tekur enn fleiri stig fyri at økja kunnleikan hjá dønum um Føroyar og ríkisfelagsskapin sum heild. So hetta er ein spennandi avbjóðing, sigur hon.
Rigmor Dam skal millum annað luttaka í viðgerðini av uppskoti um lógarkravdar upplýsingar í sambandi við peningaflytingar í bankastovnum í morgin, fríggjadagin, umframt ein fund um sama mál í Føroya- og Grønlands-nevndini.