Tíðindi13. april 2022

Ráðstevna: Sig mær, hvørjum tú fylgist við – virðir, handil og uttanríkispolitikkur

Vit liva av at selja. At kalla øll okkara inntøka kemur frá fiskaútflutningi. Missa vit ein marknað, hava vit ongan innlendismarknað í staðin fyri. Av somu orsøk er føroyski búskapurin viðbrekin og lætt ávirkaður av eksternum sjokkum. Av koronu, kríggi og enntá av springaradrápi.

Gransking um smá lond í altjóða viðurskiftum vísir, at tað ofta er neyðugt hjá smátjóðum at søkja sær politiskt og handilsligt skjól undir størri tjóðum ella felagsskapum. Tað kann hava við sær avmarkingar fyri tjóðskaparligt sjálvræði. Men um somu tíð kann tað gagna marknaðaratgongd og skapa handilsligan stabilitet.

Spenta støðan í heiminum hevur við sær, at størri trýst verður lagt á smá lond at velja síðu. Men eisini at virðir fara at fylla meira í uttanríkis- og handilspolitikki.

Eiga vit at velja ávísar marknaðir frá? Hvat hendir, tá vit drepa springarar? Hvussu týdningarmikil eru virðir, ella at Russland fer í kríggj? Og hvørjum londum skulu vit fylgjast við?

Hesi evni verða lýst á ráðstevnu á Hotel Føroyum mikudagin 4. mai kl. 15.00. Eftir framløgurnar verður politiskt kjak.

Skrá

•                        Small-state alignment with big powers: Picking the right side?

Baldur Thorhallsson, professari og leiðari fyri deildina ”Small state studies” á Universitetinum í Íslandi

 

•                        Viðbreknir búskapir og ekstern sjokk: Russland og springarar

Malan Óladóttir á Dunga, búskaparfrøðingur

 

•                        Útflutningsvinnan og marknaðaratgongdin

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum

 

- Steðgur -

 

•                        Hvat halda føroyingar um Føroyar og heimin?

Heini í Skorini, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetrið Føroya

 

•                        Sig mær, hvørjum tú fylgist við, og eg skal siga tær, hvør tú er

Theodor Eli Dam Olsen, prestur

 

•                        Politiskt kjak

Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Árni Skaale, fiskimálaráðharri

 

Orðstýrari: Brynhild Thomsen

Tað er Javnaðarflokkurin á fólkatingi, sum skipar fyri. 
Ráðstevnan er almenn og ókeypis. Tó er neyðugt at melda seg til við at senda ein teldupost á jf@ft.dk ella tekna seg á facebook í seinasta lagi mánadagin 02. mai.

Leinkja til facebook tiltak: 
https://www.facebook.com/events/665364298052284