Sjúrður Skaale
Lesarabræv20. august 2013
Sjúrður Skaale

Politisk fiskivinna gagnar ikki samfelagnum

Talan er ikki um fría kapping innan føroysku fiskivinnuna, men um politiskar avgerðir. Fiskivinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum líkist meir kommunismu enn kapitalismu.

Góði Hanus Samró!

 

Eg haldi eg havi sagt tað, sum eg havi at siga, men tá tú setir mær ein beinleiðis spurning, skal eg kortini svara.

Eg havi nevnt, at prísurin, sum føroysk skip fáa fyri pelagiskan fisk, er sera lágur í løtuni. Tað er einki loyndarmál.

Tú spyrt: “Hvussu kanst tú samantvinna uppboðssøluna við vánaliga prísin, tá tað ikki hevur nakað við hvørt annað at gera?”

Tað eg havi sagt er, at endamálið við fiskiskapi er pengar. Yvirskot. Tonsini eru einki endamál í sjálvum sær. Vit mugu hava eina skipan, sum gevur sum mest av pengum fyri hvørt tons.

Ein slík skipan er eftir mínum tykki frí kapping millum aktørarnar í vinnuni. Tað rópast kapitalisma.

Henda kapping skal fara fram innan greiðar, juridiskar karmar, sum eru líka fyri øll. Tað rópast rættartrygd.

Men slíka skipan hava vit ikki nú. Í løtuni stýrir Fólkaflokkurin fiskiskapinum eftir makreli og sild, og hann heldur ikki, at frí kapping skal gera av, hvør sleppur at fiska. Besta hugskotið og mesti effektiviteturin skulu ikki vera avgerandi.

Í staðin fyri fría kapping hava vit politiskar avgerðir. Politiska valdið ger av hvør sleppur av fiska, hvussu nógv viðkomandi sleppur av fiska, og hvussu nógv skal rindast í avgjaldi til landskassan fyri hvørt kilo. Tað er meira kommunisma enn kapitalisma.

Reiðaríini kappast heldur ikki eftir gjøgnumskygdum reglum, sum eru líka fyri øll. Tað avgerandi er, sum onkur segði, at kenna telefonnummarið hjá landsstýrismanninum. Rættartrygdin er altso eisini sett til viks. Vit hava tað, sum bretar rópa “rule of man” í staðin fyri “rule of law”.

Aðrastaðni hevur tað víst seg, at slík politisk stýring av vinnulívinum ikki gav góð úrslit. Betur hevur hildnast, har fólk eru sloppin at royna seg í frælsari kapping, har tann mest effektivi vinnur, og tann minst effektivi verður kroystur út.

Úrslitið av hesum er størri avkast. Í fyrsta lagið til vinnuna; í øðrum lagi til samfelagið.

Eg eri ikki í iva um, at frí kapping undir greiðum politiskum treytum hevði givið betur úrslit, enn politiskt útlutaðar kvotur og politiskt ásett avgjald.

Tann kommunisma, sum Fólkaflokkurin stendur fyri, er ikki vegurin at fara.

 

Sjúrður Skaale