Tíðindi30. marts 2012

Ølsmakking á Christiansborg

Fríggjadagin 16. mars fingu politikarar, starvsfólk og journalistar á Christiansborg høvi at royna føroyskt øl, tá Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri ølsmakking.

Fríggjadagin 16. mars fingu politikarar, starvsfólk og journalistar á Christiansborg høvi at royna føroyskt øl, tá Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri ølsmakking. Føroya Bjór og Okkara vóru komin til Danmarkar og við sær høvdu tey fleiri vælsmakkandi sløg av øli. Annika Waag greiddi frá vørunum frá Føroya Bjór og Jacob Sjúrður Hansen umboðaði bryggjaríið Okkara. Serliga forkunnugt var tað hjá teimum, ið vóru komin at smakka føroyska ølið, at royna nýggju ølina “1888 Trævetur Veðrur” frá Føroya Bjór, sum er 8,5 % og í fyrsta lagi verður at fáa í Føroyum 1. apríl.

Sí myndirnar frá ølsmakkingini her: