Í dag var fundur við løgreglumálaráðharran um politistøðina í Havn.
Tá Bjarni Hammer var á fólkatingi fyri Sjúrð Skaale fyrst í mai, spurdi hann forsætisráðharran um danskir myndugleikar kunnu endurskoða ætlanina um at umbyggja gamla Bank Nordik bygningin við SMS til nýggja politistøð.
Forsætisráðharrin vísti málið til løgmálaráðharran Søren Pape Poulsen – og í dag var so fundur um málið.
Avvarðandi embætismenn greiddu Bjarna Hammer og Sjúrði Skaale frá hvussu málið sær út frá teirra síðu. Avtala er gjørd um at taka alt uttan sjálva høvuðskonstruktiónina í bankabygninginum niður, byggja eina hædd omaná, og gera eitt minni parkeringsdekk norðanfyri.
Bjarni Hammer greiddi í fyrsta lagi frá teimum trupulleikum, sum nógv í Føroyum síggja við at gera bankabygningin til politistøð, og vísti í øðrum lagi á, hvørjir møguleikar eru fyri at byggja eina heilt nýggja politistøð í Føroyum – sergjørd við øllum neyðugum hentleikum til bæði bæði politi og ákæruvald.
Eftir fundin segði ráðharrin seg vera sinnaðan at kanna hesar møguleikar nærri. Verandi verkætlan verður ikki steðgað ella útsett, men áðrenn arbeiðið við at umbyggja bankabygningin fer í gongd, skulu aðrir møguleikar “trýstroynast”, sum hann segði. Tað snýr seg m.a. um at kanna møguleikarnar fyri selja bankabygningin aftur, staðseting av møguligum nýggjum bygningi, fígging, og í hvønn mun tað kann loysa seg betur at fara undir eina so stóra verkætlan, tá føroyska byggivinnan ikki hevur so nógv at gera sum beint nú.
Fólkatingsumboð Javnaðarfloksins er við í arbeiðinum at fáa hesar upplysingar til vega.