Nýggj kanning hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir, at tveir triðingar av úgoldnað vinningsbýtinum í føroyskum vinnulívi fer av landinum.
Sambært útrokningunum kanningini, vórðu 2,9 milliardir krónur goldnar í vinningsbýti í tíðarskeiðinum 2016-18, harav høvðusparturin – 67 prosent – varð goldin útlendskum partaeigarum, meðan ein triðingur varð goldin persónum ella fyritøkum í Føroyum.
Tað er ikki óvanligt, at peningur fer til partaeigarar afturfyri íløgurnar, sum teir hava lagt í virksemið hjá fyritøkunum. Ofta er tað júst hendan mekanisman, sum stimbrar vinnulívi og fyritakssemi. At onkur við nógvum pengum kann leggja part av sínum pengum í eitt gott hugskot, sum kanska seinni verður afturlønt. Grundleggjandi er tað positivt, at føroyskt vinnulív er ført at draga útlendskan áhuga at sær.
Trupulleikin er tó, at vit vita ikki fyri vist, hvørt upphæddirnar, sum floyma í og úr føroyska samfelagnum, standa mát við hvørja aðra. Fáa útlendsk íløgufólk størri fyrimun av tvískattaavtalunum við Føroyar, enn føroyingar sjálvir gera, tá ið teir leggja pening í útlendsk feløg? Tað vita vit ikki fyri vist. TAKS sigur seg ikki hava neyðugu arbeiðsorkuna at rokna út, hvussu nógvar pengar føroyingar fáa goldið í vinningsbýti frá útlendskum fyritøkum. Tí er trupult at meta um nyttuvirðið av tvískattaavtalunum.
Vantandi gjøgnumskygni
Vit vita tó, at fleiri av íleggjarunum, sum fáa lut í vinningsbýtinum frá fyritøkum í Føroyum, eru skrásettir í londum, sum Føroyar hava tvískattaavtalur við. Tvískattaavtalur geva atgongd til kapital og vitan, men tær gera eisini, at vinningsbýtið, sum verður flutt útlendskum eigarum, ikki verður skattað í Føroyum, men í tí landinum, har fyritøkan hevur høvuðssæti.
Fyri árini 2016-18 komu 617 milliónir inn í vinningsbýtisskatti hjá TAKS. Sambært okkara útrokningum vórðu 214 milliónir endurgoldnar útlendskum eigarum orsakað av tvískattaavtalunum.
Tað kundi verið áhugavert at gjørt eina kostnaðar- og nyttugreining av tvískattaavtalunum, sum Føroyar hava við onnur lond, og sæð, hvørt avtalurnar eru búskaparliga gagnligar fyri Føroyar ella ikki. Men vantandi innlit í fyritøkurnar í Føroyum, vantandi tøl um beinleiðis útlendskar íløgur (FDI – foreign direct investments) í Føroyum, og hvussu nógv liggur eftir hjá TAKS av føroyskum íløgum uttanlands ger, at vit einans kunnu gita um hesi viðurskifti.
Tað er nógvur útlendskur kapitalur í Føroyum, og hann hevur stóra ávirkan á búskapin. Men um fyrimunirnir eru størri enn vansarnir, vita vit ov lítið um. Til tess at kunna kjakast um hetta á einum upplýstum grundarlag, mugu vit fyrst og fremst hava eina púra gjøgnumskygda ognarskrá, sum vísir, hvør eigur hvat.