Sjúrður Skaale
21. februar 2018
Sjúrður Skaale

Nýggj frágreiðing: Brexit og avleiðingarnar fyri føroyska fiskivinnu

NÝGGJ FRÁGREIÐING: BREXIT FÆR AVLEIÐINGAR FYRI FØROYSKA FISKIVINNU Tá Bretland tekur seg úr ES, mugu Føroyingar gera nýggja fiskiavtalu við Bretar. Vit fiska nógv í bretskum sjógvi og útflyta nógv til Bretlands. Avtalan hevur tí stóran týdning fyri okkum - størri enn fyri Bretland. Les meira um hetta, Brexit samráðingar við ES og um strandarlandið Stórabretland í nýggju frágreiðing okkara "Brexit: Avleiðingar fyri føroyska fiskivinnu".

Brexit kann raka okkara fiskivinnu meint

Vit hava atgongd til bretskan sjógv gjøgnum avtalur við ES. Virðið er hundraðtals milliónir. Men við Brexit kann hetta steðga. Næsta stóra fiskivinnustríðið stendur fyri durðum – og tað má fyrireikast væl!

Sjúrður Skaale

Síðsta samgonguskeið var merkt av stríðnum fyri at hækka føroyska partin av pelagisku felagskvotuni.

Hetta samgonguskeiðið hevur verið merkt av stríðnum fyri at broyta karmarnar um føroysku fiskivinnuna.

Í báðum førum er komið á mál. Men eisini hjá næstu samgongu verður fiskivinnan eitt høvuðsmál.

Í 2019 fer Stórabretland úr ES. Tað merkir, at fiskivinnu- og handilsavtalur – sum eru heilt avgerandi fyri føroyska búskapin – skulu gerast av nýggjum.

Eg eri í einum bólki á Fólkatingi, sum fylgir samráðingunum um Brexit. Bólkurin hevur hitt leiðandi samráðingarfólk í bæði Brússel, London, Edinburgh og Dublin – og eitt sum aftur og aftur verður nevnt sum ein serliga avbjóðandi spurningur í øllum samráðingunum, er fiskivinnan.

 

Bretland stendur sterkt

Stríðið verður fyrst og fremst millum Bretland og hini ES-londini. Nógvir bretar halda seg vera fyri grovum vanbýti í felags fiskvinnupolitikkinum hjá ES, og hetta var eisini eitt avgerandi argument hjá Leave-síðuni upp undir fólkaatkvøðuna um Brexit.

Á flestu økjum hevur Bretland stórar fyrimunir av ES-samstarvinum, og stendur veikt í samráðingunum við ES. Men innan júst fiskivinnuna stendur Bretland sterkt: Onnur ES-lond enn Bretland fiska mest í bretskum sjógvi, og Bretland fiskar ikki nógv aðrastaðni.

Beint fyri fólkaatkvøðuna skipaði Leave-síðan fyri, at ein hópur av fiskiskipum fór siglandi niðan gjøgnum ánna Thames í London við slagorðinum: “NÚ TAKA VIT BRETSKA SJÓGVIN AFTUR”. Myndirnar av bretskum fiskimonnnum, sum ikki sluppu at fiska í egnum sjógvi, varð mett at flyta milliónir av atkvøðum.

Fiskivinnan var snøgt sagt avgerandi fyri, at bretar atkvøddu sum teir gjørdu.

 

Skotland avgerandi

Í løtuni vóna fólk á ES-síðuni, at bretska stjórnin fer at nýta fiskivinnuna í samráðingunum á tann hátt, at onnur ES-lond sleppa at varðveita síni rættindi, um Bretland afturfyri fær góðar avtalur á øðrum økjum.

Men fyri tað fyrsta var fiskivinnan eitt høvuðsmál í valstríðnum upp undir brexit. Tað liggur trýst á bretsku stjórnina: Hon má halda lyftið um at taka bretska sjógvin aftur.

Fyri tað næsta vóru – og eru – skotar hart ímóti Brexit. Men nógvir skotar vilja úr Bretlandi. “Vit nokta at verða drigin út úr ES ímóti okkara vilja. Tí mugu vit hava eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing”, sigur Scottish National Party.

Stjórnin í London veit, at hetta av álvara kann birta uppundir aftur loysingarrørsluna fyri norðan. Men fiskivinnan hevur havt stóran týdning í Skotlandi. Um Skotland – júst sum ein fylgja av Brexit – kann fáa stórar, nýggjar møguleikar, arbeiðspláss og inntøkur innan fiskivinnuna, kann tað hugsast at kyrra skotar.

M.a. orsakað av hesum er sannlíkt, at Bretland fer úr felags fiskivinnupolitikkinum. ES kann sjálvandi seta atgongdina til bretskan sjógv sum treyt fyri øllum møguligum øðrum – men tað verður einki sjálvtøkuborð hjá hinum 27 londunum. Kampurin verður harður.

 

Føroyar

Føroyar fiska ikki lítið í ES-sjógvi – og tað er næstan bara í bretskum sjógvi.

Tað merkir, at tann tann avtala vit í dag hava um fiskiskap í ES sjógvi eftir 2019 skal gerast við Bretland í staðin. Eitt Bretland, sum væntandi verður aggressivt. Og í samráðingunum við Føroyar hava bretar lítið at missa – teir fiska nærum einki inni hjá okkum. Og meðan Bretland er okkara triðstørsti marknaður, hevur føroyski marknaðurin ongan týdning fyri Bretland.

Har er altso lítið, vit kunnu trýsta við.

At fyrireika hesar samráðingarnarnar frá føroyskari síðu verður tískil ein krevjandi uppgáva.

 

Okkara kort

Tá tingast varð um føroysku fiskivinnunýskipanina hendi tað heilt óvanliga, at hollendski stjórnarleiðarin vendi sær løgmann í eini roynd at steðga ætlanini um, at útlendskur eigaraskapur skuldi úr føroyskari fiskivinnu. Eisini hollendski ambassadørurin í Danmark gjørdi sítt.

Hetta kann væl hanga saman við óttanum fyri, at hollendingar um fá ár verða kroystir út úr bretskum sjógvi. Tí mugu teir gera tað, teir kunnu, fyri at varðveita teir møguleikar, teir hava aðrastaðni. Millum annað í Føroyum.

Og tað verða helst fleiri enn hollendingar, sum fara at hyggja at tí stóra, føroyska økinum, um “hard-Brexit” verður ein veruleiki innan fiskivinnuna.

Og tað kann geva okkum nøkur kort á hondina undir komandi samráðingum.

Sum er fáa vit ov lítið burturúr fiskiríkidøminum – m.a. orsakað av, at vit ikki sleppa at flyta virkaðar vørur tollfrítt inn á ES-marknaðin.

Um ES – afturfyri eina ávísa atgongd til føroyskt sjóøki – vil taka tollin av virkaðum, føroyskum vørum, kunnu heilt nýggir vinnumøguleikar latast upp í Føroyum. Tann mongd, vit fáa í okkara part, kann minka – men prísurin á tí, vit selja, kann gerast nógv hægri.

Spæla vit kortini rætt, kunnu vit standa sum vinnarar, tá ein nýggj skipan er komin.

Men tað er heilt avgerandi, at tann persónur, sum átekur sær sessin sum fiskimálaráðharri eftir næsta løgtingsval, er so væl fyrireikaður sum gjørligt.

Tí er ikki ov tíðliga at seta hol á orðaskifti um hetta. Og tí hevur Javnaðarflokkurin gjørt hetta ritið “BREXIT: Avleiðingar fyri føroyska fiskivinnu”, sum vísir hvat tað er, sum stendur uppá spæl. Tað kann takast niður sum pdf-fílur við at klikkja á leinkjuna undir tíðindaskrivinum.

Ella lesast á netinum her.

 

Tað er Jóan Pauli Dahl Jakobsen, sum starvast hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.  

Brexit kanning.pdf