Strandalondini í Arktiska Ráðnum (Noreg, Danmark, Russland, Kanada og USA) vóru á fundi í Nuuk í februar í ár, har semja var um at arbeiða fyri at friða økið í Norðuríshavinum. Men sambært helsingforssáttmálanum, so áttu Noreg og Danmark at ráðført seg við hini Norðurlondini í hesum máli.
Í hesum sambandi setti Sjúrður Skaale, næstformaður í umhvørvisnevndini í norðurlandaráðnum, nakrar skrivligar spurningar til donsku og norsku stjórnirnar, um handfaringina av málinum:
1. Har regeringerne i Norge og Danmark rådført sig med de øvrige nordiske landes regeringer i spørgsmålet om en eventuel regulering af fiskeriet i Polarhavet udenfor de nationale jurisdiktioner?
2. Har regeringerne i Norge og Danmark planer om at rådføre sig med de øvrige nordiske landes regeringer i spørgsmålet om en eventuel regulering af fiskeriet i Polarhavet udenfor de nationale jurisdiktioner inden det planlagte ministermøde herom i juni 2014?
3. Er det planer om at få sagen på dagsordenen i Arktisk Råd?
Nú hevur norska stjórnin svarað, og norski fiskimála- og samstarvsráðharrin sigur í skrivi til norðurlandaráðið, at orsaka av geografisku plaseringini og varsemisskylduni hjá strandarlondunum sambært altjóða havrætti, so hevur málið í fyrsta umfarið bert verið umrøtt millum strandarlondini. Strandarlondini eru samd um at forða óreguleraðari fiskiveiðu í altjóða partinum av økinum, og vóna at aðrar tjóðir eisini vilja taka ábyrgd í hesum máli. Strandarlondini arbeiða nú við at fáa viðkomandi tjóðir – bæði norðurlendskar, evropeiskar og asiatiskar – til eisini at arbeiða ímóti óreguleraðari fiskiveiðu í økinum. Higartil hevur Noreg ikki ráðført seg við hini norðurlond, tí málið er knýtt at norskari heimild í Norðuríshavinum.
Les alt svarið frá norska fiskimála- og samstarvsráðharranum her.
Danska stjórnin hevur framvegis ikki svara spurningunum frá Sjúrði Skaale, sum áður hevur gjørt vart við, at Danmark í øllum lutum sum viðvíkja Arktis skal ráðføra seg við Føroyar og Grønland.