Sjúrður Skaale hevur sett Karen Ellemann, Sosial- og innanríkisráðharra, tveir nevndarspurningar, um møguleikan hjá føroyingum at at fáa atgongd til NemID.
Danir hava talgilda lykilin NemID, ið gevur einstaklinginum atgongd til talgildar skipanir í Danmark. Í dag krevst NemID til flest allar skipanir, og er ein búsitandi í Føroyum, ber ikki til at fáa NemID. Hetta skapar trupulleikar fyri Føroyingar, ið t.d. eru í sjúkraviðgerð í Danmark, tí uttan NemID fáa tey ikki atgongd til persónligar upplýsingar og danskar skipanir.
Tí hevur Sjúrður Skaale sett Karen Ellemann fylgjandi spurningar.
Er ráðharrin samdur í, at kunngerð 2006-11-23 nr. 1153 um fólkaskráseting v.m. § 1, stk. 4 heimilar, at ein danskur myndugleiki í Føroyum kann fáa atgongd til at tilluta fyrisitingarlig persónnummur til føroyskar borgarar, ið hava eitt ávíst tilknýti til almennar myndugleikar í Danmark, og at tað kann setast á stovn ein skrásetingardeild til hetta í Føroyum, sum við støði í tí fyrisitingarliga persónnummarinum kann útluta NemID?
Vísandi til bræv frá føroyska landsstýrinum til donsku stjórnina við ynski um at seta á stovn skrásetingardeild í Føroyum kann ráðharrin upplýsa, hvussu langt man er komin í arbeiðinum við at loysa trupulleikan við NemID til føroyskar borgarar, ið hava eitt ávíst tilknýti til almennar myndugleikar í Danmark?
Ráðharrin skal svara spurningunum innan fýra vikur.