Hvønn týdning hevur shippingvinnan fyri føroyska búskapin og fyri aðrar vinnur? Hvat fer havnaútbyggingin í Runavík at bera við sær? Kann shippingvinnan gerast meira umhvørvisvinarlig? Og kann Strandferðslan sigla við el í staðin fyri olju millum oyggjarnar?

Mikukvøldið 30. januar kl. 19.00 bjóðar Javnaðarflokkurin til spennandi fyrilestrar og pallborð um alt frá farmaflutningi í Norður-Atlantshavinum til herd umhvørviskrøv til altjóða shippingvinnuna. Vit seta sjóneykuna á týdningin av shippingvinnuni fyri føroyska búskapin og fyri aðrar vinnur. Harumframt spyrja vit, hvussu shippingvinnan og sjóferðsla yvirhøvur kunnu gerast meira umhvørvisvinarlig. Tiltakið er skipað við seks framløgum og pallborði við føroysku luttakarunum.
Framløgur:
"Shipping og virðisskapan í Føroyum" - Jens Meinhard Rasmussen (Skansi Offshore)
"Havnaútbyggingin í Runavík" - Torbjørn Jacobsen (Runavíkar kommuna)
"Farmaflutningur í Norður-Atlantshavinum" - Bogi P. Nielsen (Faroeship)
"Dálking frá skipum og lóggávan" - Ingvard Fjallstein (Umhvørvisstovan)
"Altjóða shippingvinnan og herdu krøvini" - Bingbing Song (IMO)
"Sigla við streyminum: elferjur og næsta stigið" - Henrik Fald Hansen (Forsea Ferries)
Pallborð: Óluva Zachariasen er orðstýrari
Meira kunning kann síggjast her.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Javnaðarflokkurin