Í spurnartímanum samanbar Sjúrður Skaale danska forsætisráðharran við Moby Dick.
Mette Frederiksen hevur verið fyri nógvum atfinningum í málinum um avlívaðan mink í sambandi við koronu, og andstøðan í fólkatingssalinum var til reiðar við hvøssum spurningum.
Áðrenn andstøðan slapp til orðanna, vóru tað tó grønlendsku og føroysku umboðini, sum settu stjórnarleiðaranum spurningar. Sjúrður helt støðuna minna um, tá ið Ahab endiliga sleppur nærhendis at Moby Dick í víðagitnu bókini hjá Herman Melville.
Sí upptøkuna úr fólkatingssalinum omanfyri.