Tíðindi05. oktober 2022

Meiriluti fyri fríari fosturtøku

54% av teimum spurdu halda, at kvinnan frítt skal kunna velja at fáa fosturtøku fram til viku 12. Eisini vísir okkara kanning, at meira enn helmingurin (55%) halda, at onnur mál enn fosturtøka hava størri týdning fyri, hvar tey seta krossin. Men at spurningurin kortini hevur týdning fyri summar veljarar. Harafturat vísir kanningin eisini, at 32% vita um onkra kvinnu, sum er farin til Danmarkar at faa framt eina fosturtøku.

Fosturtøka

Í samband við kanningina eru 528 respondentar spurdir, um tey halda, at kvinnur í Føroyum frítt skulu kunna velja at fáa framt fosturtøku fram til viku 12. Millum annað tað vísir Gallup kanningin, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur umbiðið.

Svarini vísa, at ein meiriluti á 54% av teimum spurdu halda, at kvinnan frítt skal kunna velja at fáa fosturtøku fram til 12. viku. Ein triðingur (33%) tekur hinvegin ikki undir við hesum, meðan 13% siga seg ikki vita. Hetta er fyrstu ferð at vit hava álítandi hagtøl, ið vísa, at tað er ein meiriluti fyri fríari fosturtøku. Sí mynd omanfyri.

Hvønn týdning hevur fosturtøkuspurningurin fyri veljaran?

Meira enn helmingurin (55%) av respondentunum halda, at onnur mál enn fosturtøka hava størri týdning fyri, hvar tey seta krossin. Hinvegin er tað greitt, at tað spurningurin kortini hevur týdning fyri ein part av veljarunum.

21% siga seg bara vilja velja flokkar, sum eru fyri fríari fosturtøku. Meðan 16% siga seg einans velja flokkar, sum er móti fríari fosturtøku.

 

Triðji hvør veit um onkra, ið hevur fingið fosturtøku í Danmark 

Samanlagt vistu 41% av respondentunum um onkra, ið hevði fingið framt fosturtøku í Føroyum. Meðan 32% vita um onkra kvinnu, sum var farin til Danmarkar at fáa framt eina fosturtøku. Í báðum førum er stórur munur á kunnleikanum millum menn og kvinnur. Kvinnurnar vita í nógv størri mun um aðrar kvinnur, ið hava fingið fosturtøku:

Talið av kvinnum, sum hava fingið fosturtøku í Føroyum og Danmark

Myndin niðanfyri vísir tey absoluttu tølini fyri, hvussu nógvar fosturtøkur eru framdar í Føroyum, og hvussu nógvar fosturtøkur eru framdar av føroyskum kvinnum í Danmark, sum annaðhvørt eru fluttar úr Føroyum til Danmarkar ella hava varðveitt sín bústað í Føroyum: 

Samlaðu tølini ganga støðugt niðureftir. Tað er tó merkisvert, at tað eru fleiri fosturtøkur framdar í Danmark enn í Føroyum, havandi í huga, at tað búgva nógv fleiri føroyskar kvinnur í Føroyum enn í Danmark, og at munurin økist tess nærri okkara samtíð vit koma.