Sjúrður Skaale
Lesarabræv26. marts 2013
Sjúrður Skaale

Lívið uttan fyri ES er vandamikið

Føroyar hava ikki bara skerdar møguleikar at mennast uttan fyri ES. Vit liva eisini í støðugum vanda fyri - frá degi til dags - at missa búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum.

Bergur Poulsen greiddi í Norðurlandahúsinum mikukvøldið frá teimum avbjóðingum tað hevur við sær fyri føroysku vinnuna, at vit standa uttanfyri ES.

"Vit mugu tryggja okkara vinnu stabilar karmar í ES-høpi".

Soleiðis endaði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bergur Poulsen, eina sera hugvekjandi framløgu í Norðurlandahúsinum mikukvøldið. Hetta var á tiltakinum um Føroyar og ES, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri.

Hóast hann orðaði seg diplomatiskt, so var boðskapurin frá Bergi ikki at fara skeivur av: Tilvera Føroya uttan fyri ES er ikki bara avmarkandi - hon er beinleiðis hættislig.

 

Ótrygt grundarlag

Bergur Poulsen greiddi í framløgu síni frá, at ES er nógv størsti marknaður Føroya. Yvir 80% føroyska botnfiskinum verður seldur til ES. Umleið 50% av tí pelagiska fiskinum og alifiskinum fer á sama marknað.

Og í virði er ES-marknaðurin enn størri, tí har fæst sera góður prísur.

Men samstundis sum føroyski búskapurin er púra treytaður av sølu til henda marknað, so eru vit ikki - sum kappingarneytarnir - partur av marknaðinum. Vit standa uttanfyri, og vit liva í konstantum vanda fyri at missa atgongdina. Og tað kann henda frá degi til dags!

Tað kann henda, tí ákærur um dumping verða reistar móti føroyskari alivinnu. Tað er hent áður - og prísurin var øgiligur. M.a. fór føroyska sílaalingin fyri bakka orsaka av hesum.

Ákærur um dumping kunnu koma, tá føroyskir framleiðarar, orsakað av truplum umstøðum á marknaðinum, kunnu verða tvingaðir til at selja laksin fyri minni, enn tað kostaði at ala hann.

Vit liva eisini í vanda fyri, at Føroyar verða boykottaðar orsakað av makrelstríðnum.

Handilssáttmáli Føroya við ES kann eisini verður uppsagdur. Tað kann t.d. henda, um føroyingar bróta onkra av teimum mongu ásetingunum í sáttmálanum.

Vit hugsa ikki um hetta dagliga, men at vinnan livir í hesum ótryggleika ger, at alt samfelagið stendur á ótryggari grund.

 

Vantandi handilsavtalur

Ein onnur avleiðing av at standa uttanfyri ES er, at vit ikki hava nøktandi handilsavtalur við fleiri marknaðir.

Flestu fríhandilsavtalur verða í dag gjørdar millum stórveldi ella heimspartar. Vóru vit við í ES, vóru vit partur av teimum handilsavtalum, sum ES ger. Nú eru vit nærum útistongd nógvastaðni. 

Í framløgu síni mikukvøldið nevndi Bergur Poulsen sum dømi, at ein seljari so seint sum hesa vikuna hevði spurt Vinnuhúsið, hví føroyskur laksur fekk ein toll á 20% í Suðurkorea.

Svarið var einfalt: ES hevur eina fríhandilsavtalu við Suðurkorea. Føroyar eru ikki við í ES - og tí hava Føroyar onga avtalu.

Altso: At vit standa uttanfyri ES ger føroyskan laks 20% dýrari. Tá er ikki lætt at kappast...

 

Aðrar avmarkingar

Eg kann nevna mong onnur viðurskifti, sum ikki bara eru ein vandi, men ein veruleiki. Til dømis: 

1) Tað er mark fyri, hvat vit kunnu útflyta til ES - og hvussu nógv. Tað eru fleiri dømi um, at hetta avmarkar okkara útflutning.

2) Vit kunnu ikki keypa fisk frá triðjalondum, og selja hann tollfrítt víðari til ES. Tað kunnu okkara kappingarneytar.

3) Vit hava ikki somu atgongd til arbeiðsmegi sum tey, vit kappast við.

4) Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, vísti á fundinum mikukvøldið á, at tann føroyska pensiónsuppsparingin rennur av landinum í stríðum streymi - til íløgur á marknaðum,  har standardiserað ES-lóggáva skapar trygg kor.

Hinvegin koma nærum ongar útlendskar íløgur til Føroya, her vit hava lokala og skiftandi lóggávu, sum forðar fyri útlendskum íløgum.

Búskaparfrøðingurin greiddi frá, at í Danmark eru útlendskar íløgur yvir 40% av BTÚ. Í Føroyum er talið 3-4%. Og hann var ivaleysur um orsøkina: "Manglandi samstarvssáttmáli við ES ella limaskapur er mest grundleggjandi forðingin".

5) Tann fríi handilin hevur lækkað prísstøðið í ES-limalondunum. Vit kenna støðuna í Føroyum...

- Og so víðari og so víðari. Føroyar eru, snøgt sagt, uttanfyri tað renslið, sum kundi skapt vøkstur og menning á øllum økjum.

 

Í skugga

Tá Føroyar søgdu nei til EF fyri 40 árum síðani, var talan um nøkur fá miðevropeisk lond, sum skipaðu ein felags marknað.

Nú er Evropa eitt samveldið við 27 londum. Og tey lond, sum ikki eru við, hava øll eitt samstarv við ES, sum er nógv tættari enn tað føroyska.

Vit sita, snøgt sagt, á tí allar uttasta plássinum. Her sita vit í skugga - og tað er vandi fyri, at skuggin, frá degi til dags, verður til myrkur.

 

Stórdemokrati

Vit eiga at varðveita og styrkja okkara sjálvræði og samleika so nógv, sum til ber. Men bæði tá tað snýr seg um valuta, verjupolitikk, uttanríkispolitikk, marknað og mong onnur øki mugu vit eisini vera partur av eini størri heild. Tað mugu lond sum eru nógv størri enn Føroyar eisini.

At tosa um at vit skulu ”loysa” frá Danmark uttan samstundis at siga, hvørjum vit skulu vera partur av aftaná, er bæði veruleikafjart og ábyrgdarleyst. Ein føroyskur mikrostatur í Norðuratlantshavi yvirlivir ikki í nógvar dagar, um hann er heilt uttanfyri ES.

Skulu vit vera við í ES, mugu vit lata frá okkum ávísar heimildir. Tað gera øll onnur evropeisk lond eisini. Og tað gera tey, tí ídnaðurin fer um landamørk. Arbeiðsmarknaðurin fer um landamørk. Og dálkingin. Og granskingin. Ja, alt fer um landamørk í dag. Um politikkurin ikki eisini fer um landamørk - ja, so er eingin politikkur yvirhøvur.

Og skal okkara politikkur røkka um landamørk, so mugu vit, á nøkrum økjum, fara frá tí føroyska nærdemokratinum til tað evropeiska stórdemokratii.

Vit mugu, sum Bergur Poulsen segði, tryggja okkum stabilar karmar í ES-høpi.