Sjúrður Skaale
03. februar 2020
Sjúrður Skaale

Líkt til svenska viðurkenning av føroyskum koyrikorti

Svenska stjórnin sigur seg vera sinnaða at gera tað lagaligari fyri búsitandi føroyingar at skifta koyrikortið um við eitt svenskt.

Ein fótongul fyri fastbúgvandi føroyingar í Svøríki hevur verið, at teir skulu rinda fyri nýggja koyriroynd, til tess at koyra lógliga á svenskum vegum. Soleiðis er ikki í Danmark, Noregi, Íslandi ella Stórabretlandi, har føroysku koyrikortini kunnu skiftast um uttan koyriroynd. Eftir at Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, setti svensku stjórnini fyrispurning um hesa markaforðingina, hevur svenski samferðslumálaráðharrin sagt seg vera sinnaðan at arbeiða við málinum.   

- Samferðslumálaráðið fer nú at kanna hetta nærri. Norðurlendska samstarvið og ein integrasjón uttan markaforðingar, er eitt týdningarmikið mál fyri meg. Eg vil tí fegin kunnu loysa hetta málið, sigur Tomas Eneroth.

Sum er, kunnu øll altjóða koyrikort nýtast í Svøríki, men eftir at fólk hava verið skrásett í svenska fólkayvirlitinum í eitt ár, skal ein koyra við svenskum, ES ella EØS koyrikorti, sum framvegis er galdandi í tí landinum, har tað varð útflýggjað. Føroyar eru ikki partur av ES/EØS, og er føroyska koyrikortið tískil ikki javnsett við ES/EØS, sum merkir, at føroyingar skulu til koyriroynd í Svøríki, til tess at fáa útflýggjað svenskt koyrikort. Sostatt skulu føroyingar rinda fyri koyriroynd, fyri ikki at koyra ólógliga í Svøríki.


Longu á summarfundi millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar í 2018, gjørdi Aksel V. Johannesen, táverandi løgmaður, eisini vart við markaforðingar, og Stefan Löfven segði seg eisini vera jaligan um at fáa broytt hetta.

- Eg eri fegin um, at svenska stjórnin raðfestir at gera tað lættari fyri føroyingar at koyra í Svøríki júst sum aðrastaðni í norðurlondum. Tað er óvist, hvussu nógvir føroyingar standa við júst hesum trupulleikanum, men prinsipielt snýr tað seg um at styrkja norðurlendska samstarvið og lætta um flytførið í norðurlondum, sigur Sjúrður Skaale.

spurningin frá Sjúrði her og svarið frá svensku stjórnini her.