Tíðindi30. september 2022

Les frágreiðingina "Fosturtøka í Føroyum - Tilvild og lógloysi"

Les frágreiðingina "Fosturtøka - Tilvild og lógloysi" við at trýsta á leinkið niðanfyri. Somuleiðis kanst tú síggja framløguna í Reinsarínum inná leinkinum niðanfyri.

Fosturtøka

Jóan Pauli Dahl Jakobsen og Malan Óladóttir á Dunga, starvsfólk hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, løgdu frágreiðingina fram í Reinsarínum.

Fríggjadagin 1. oktobur varð frágreiðingin "Fosturtøka - Tilvild og lógloysi" løgd fram í Reinsarínum í Havn.

Tað vóru starvsfólkini hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, Malan á Óladóttir á Dunga og Jóan Pauli Dahl Jakosen, sum løgdu fram.

Frágreiðingin kann lesast her.

Eftirfylgjandi var eitt siðiligt orðaskifti millum Sólvit Nolsø, Sirið Stenberg, Helga Abrahamsen og Ingilín D. Strøm. Øll vóru á einum máli um, at lógin er ótíðarhóskandi og má dagførast. Uni Holm Johannesen stýrdi kjakinum. 

Framløguna og kjakið sært tú her.

Í sambandi við frágreiðingina hevur Sjúrður Skaale, fólkatingslimir, verið í Kvf-sendingini "Ljóarin" og greitt frá um frágreiðingina. Ljóarin kann hoyrast her.

Dagin fyri framløguna í Reinsarínum vóru Jóan Pauli og Malan í sendingini "Góðan morgun Føroyar", har tey greiddu frá um nøkur av úrslitinum í kanningunum. Hoyr innslagið frá morgunsendingini her.