Tað hevur verið óneyðuga trupult hjá føroyskum listafólki at flyta listaverk millum londini í ríkisfelagsskapinum í sambandi við framsýningar. Hetta verður nú broytt.
Listafólk hava verið noydd at seta eina sokallaða trygdarveðseting hjá danska tollvaldinum fyri listaverk, tá hesi skulu fraktast til Danmarkar í sambandi við framsýningar.
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, spurdi tí í fjør danska skattaministaran, um hetta kundi broytast, soleiðis at listafólk lættari kunnu frakta listaverk til eitt nú framsýningar í øðrum londum í ríkisfelagsskapinum.
- Talan er ikki um stórar upphæddir, men sjálv tilgongdin er ofta drúgv og ger tað óneyðuga tvørligt hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark, sigur Sjúrður Skaale.
Ministarin tók fyrispurningin frá fólkatingsliminum til eftirtektar og setti eina kanning í verk. Í brævi til fólkatingslimin boðar ministarin nú frá, at kravið um trygdarveðseting (sikkerhedsstillelse) nú verður slept, og at eitt uppskot um lógarbroyting verður sent til hoyringar í hesum døgum.
- Hetta kravið um trygdarveðseting í sambandi við frakt av listaverkum til framsýningar hevur í summum førum gjørt tað alt ov trupult hjá føroyskum listafólki at sýna fram í Danmark. Eg vóni, at hetta fer at gera tað lættari, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.