06. september 2021

Lættari hjá føroyingum at fáa pensjónina úr Danmark útgoldna

Tað er tungt hjá føroyingum at fáa útgoldið sína pensjón rættstundis, um hon liggur í donskum pensjónskassum. Nú verður tað einfaldari.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur seinastu mánaðirnir víst á avbjóðingarnar hjá fleiri føroyingum at fáa fatur í sínum pensjónum, tí tey togast aftur og fram við danska skattavaldið.

- Vit vita um fólk um pensjónsaldur, sum noyðast brúka fyrsta árið av pensjónstilveruni hjá sær at stríðast fyri at fáa fatur í sínum egnu pengum – bara tí teir standa í Danmark. Tað er ógvuliga óvirðiligt og ørkymlandi, sigur føroyski fólkatingslimurin, sum fegnast um at hetta nú verður loyst.

Nógvir starvsbólkar – sum eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar og løgreglufólk – hava nevniliga sínar pensjónir í donskum pensjónsgrunnum. Starvsbólkarnir eru tískil knýttir upp í donsku skattaskipanina, ið ikki hevur tikið atlit til, at føroyingarnir skulu skattast í Føroyum. Fleiri teirra uppliva stirvnar mannagongdir í sambandi við síni pensjónsútgjald, har tey ikki sleppa framat talgildu skattatænastunum, og enntá fáa eykarokningar omaná pensjónina.

Í fyrstu atløgu lovaði Morten Bødskov, danski skattamálaráðharrin, at stytta málsviðgerðartíðina úr 12 mánaðum niður í tveir. Sjúrður spurdi uppaftur hvussu skattamálaráðharrin fór at gera skipanina einfaldari, soleiðis at føroyingar ikki sjálvir skulu togast við myndugleikarnar um feilir, ið liggja hjá danska skattavaldinum.

Skattamálaráðharrin svaraði í dag, at ein sjálvvirkandi loysn er ávegis, soleiðis at føroyingar ikki verða skattaðir av órøttum í Danmark. Samstundis sigur hann, at longu nú arbeiðir skattastýrið manuelt við at tryggja føroyingunum skattafrítøkuna fyri ársuppgerðina fyri 2020.


Sí svarið frá skattamálaráðharranum her

Sí undanfarna svar um málsviðgerartíðina sæst her