Hol er komið á størstu markaforðingina – til gagns fyri føroyskar sjúklingar, sum verða sendir til Danmarkar
Í gjár var Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, á fundi við danska almanna- og innanríkisráðharran, Karen Ellemann, um status í arbeiðinum at beina burtur markaforðingar millum Føroyar og Danmark. ...
Tað, sum skapar flestu markaforðingarnar, er at Føroyar hava eina skipan við p-tølum og Danmark hevur eina skipan við cpr-nummarum. Sera nógv viðurskifti í Danmark eru tengd at cpr-nummarinum, og tað skapar stórar trupulleikar hjá føroyingum, sum skulu hava tænastur í Danmark – ikki minst sjúkraviðgerð og útbúgving.
Higartil hevur tað verið soleiðis, at føroyingar hava verið noyddir at fáa sær bústað í Danmark, og síðani møta upp persónliga á eini skrivstovu í Danmark fyri at fáa cpr-nummarið.
Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, fólkatingsmenn, løgdu í 2014 eitt uppskot til samtyktar fyri fólkatingið, sum álegði stjórnini at beina burtur tær mongu markaforðingarnar. Við hesi samtykt í rygginum hevur áhaldandi verið víst á bæði trupulleikarnar og møguligar loysnir – og tað er eisini henda samtykt, sum nú verður framd í verki.
Danski ráðharrin greiddi á fundinum frá, at heimildin at útskrivað cpr-nummur nú er víðkað, so bæði SU-styrelsen, ríkissjúkrahúsið og ríkispolitiið kunnu útskrivað umsitingarlig cpr-nummur til føroyingar, ið venda sær til teirra – uttan at noyðast at flyta ella møta upp persónliga á eini danskari skrivstovu.
Hetta eitt sera stórt framstig – serliga hjá teimum mongu føroysku sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar at fáa viðgerð. Higartil er ofta tað hent, at læknarnir á Ríkissjúkrahúsinum ikki hava fingið atgongd til journalirnar, tí tær í Danmark verða skrásettar gjøgnum cpr-skipanina. Tað hevur givið sjúklingunum og teirra avvarðandi stórar trupulleikar. Men nú kunnu føroyskir sjúklingar og teirra journalir uttan trupulleikar skrásetast í donsku skipanini.
Fyri tey lesandi er fyrimunurin millum annað, at tey nú kunnu søkja um SU áðrenn tey fara til Danmarkar í lestrarørindum, og soleiðis fáa øll síni viðurskifti uppá pláss, áðrenn skúlin byrjar.
Nógvar markaforðingar eru eftir at loysa – men samtyktin frá 2014 stendur við, so arbeiði at fáa tær burtur heldur fram.