04. oktober 2024

Kristindómurin er endaður sum eitt minni um farna tíð - í Europa

Røða, ið Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, helt á fólkatingi í gjár

Týsdagin 01. oktober varð fólkatingið sett, og í gjár var árliga byrjunarorðaskifti.
 
Fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin nýtti høvið at tosa um virðistríðið, sum er um allan heim og sjáldan hevur verið so aktuelt, sum tað er í dag.
 
Sum Sjúrður Skaale vísti á í røðuni, kunnu vit ikki bara hava sum mál at vera opin, tolerant og litrík. Vit mugu eisini spyrja okkum sjálv, hvør okkara litur er - og verja hann.
Tann, sum ikki er til reiðar at verja síni virði, hevur longu mist tey.
Røðan sæst HER