Sjúrður Skaale
Lesarabræv06. december 2012
Sjúrður Skaale

Kringvarpsgjaldið – ein tilvildarligur og asosialur skattur

Uppskotið um kringvarpsskatt er gott og neyðugt - Viðmerking til Jørgen Niclasen og Eirik Lindenskov

Uppskot Tjóðveldis- og Javnaðarfloksins og um at taka kringvarpsgjaldið inn gjøgnum skattin, vinnur ikki frama.

Tað tykist, sum so mangan, vera Fólkaflokkurin, sum ræður. Jørgen Niclasen sigur seg ikki vilja hava, at gjaldið verður gjørt til ein skatt.

Hetta er eitt merkiligt argument. Tí KV-gjaldið ER ein skattur. Formliga er talan um eitt brúkaragjald, sum bara skal rindast av teimum húsarhaldum, sum hava móttakara. Men øll HAVA móttakara. Øll SKULU rinda. Tí er KV-gjaldið ikki eitt brúkaragjald, men ein húsarhaldsskattur.

Og hesin húsarhaldsskattur rakar fólk púra tilvildarliga.

Har fýra fólk eru í húsi, gjalda tey í meðal 906 kr. í part.

Har eitt fólk er í húsi, skal viðkomandi rinda fult gjald einsamøll – 3.625 kr. Og her skal havast í huga, at tey, sum búgva einsamøll, ofta eru tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga.

Hevur ein, sum býr fyri seg sjálvan, eitt virki har fólk koma inn, skal hann rinda fyri tað eisini – altso tvey gjøld. 7.250 krónur!

Kringvarpsgjaldið er ein altso skattur, ið rakar púra tilvildarliga og hamrandi órættvíst.

 

KVF fær ikki alt

Fleiri halda seg ikki fáa nóg nógv fyri tað, tey rinda í Kringvarpsgjaldi.

Men tey fáa heldur ikki sendingar fyri alt! KVF sleppur ikki at arbeiða fyri allar pengarnar, sum stovnurin krevur inn. Fimtingurin fer beinleiðis í landskassan sum MVG. Um KVF fekk alt gjaldið, hevði myndin sæð heilt øðrvísi út.

Tað er ikki rímiligt, at politiski myndugleikin á hendan hátt tvingar ein almennan stovn at krevja skatt inn fyri seg.

 

Gott at vita hvat tað kostar

Tað eru eisini fyrimunir við, at KVF-skatturin verður kravdur inn sum eitt serstakt gjald. Hetta ger, at fólk hvønn dag kunnu fylgja beinleiðis við í, hvat fæst fyri pengarnar, sum vit rinda. Tí eru fólk eisini kritisk – og tað leggur eitt sunt trýst á stovnin, sum má kýta seg at gera sítt besta.

Men av øllum almennum stovnum er hetta bara galdandi fyri KVF!

Eg rokni við, at fólk høvdu verið nógv meira kritisk, um tey skuldu rindað beinleiðis fyri kostnaðin av t.d. strandferðsluni, miðnámsskúlunum ella sendistovunum uttanlands. Ella um vit havnaborgar skuldu rindað beinleiðis fyri okkara ”ókeypis” bussleið...

Og ímyndið tykkum um kostnaðurin á teirri politisku skipanini ikki hevði verið camoufleraður í skattinum, men vit 6. hvønn mánað fingu eitt girokort, har vit skuldu gjalda fyri showið... Neyvan hevði gingið long tíð, til broytingar høvdu komið.

Vit eru ikki so tilvitað um tað, vit rinda til annað alment virksemi – men vit hugsað um tað, vit rinda til KVF. Orsøkin er lutvíst at vit rinda henda skatt sum rokning; lutvíst at vit hvønn dag kunnu meta um, hvat vit fáa fyri pengarnar; og lutvíst at tey veikastu mangan rinda nógv meira enn tey, sum hava ráð at rinda.

 

Fyrimunir

Størsti fyrimunurin við uppskotinum, sum nú liggur á tingi, er, at hesin KV-skatturin ikki verður kravdur inn tilvildarliga. Sum er bera láglønt helst størstu byrðuna – við uppskotinum verður hon flutt yvir á tey háløntu. Sum politiska gongdin hevur verið síðstu tíðina, er hetta alneyðugt, sosialt sæð.

Ein annar fyrimunur er, at KVF sleppur at framleiða fyri allar pengarnar, tey fáa. Stovnurin skal ikki longur krevja MVG inn til landskassan, og lurtarar og hyggjarar skulu ikki, sum nú, at rinda yvirprís. Vit skulu bara rinda fyri tað, vit fáa.

Ein triði fyrimunur er, at fólk framvegis fara at síggja, hvat tey rinda til KVF. Tað verður ein fastur prosentpartur av samlaða skattinum. Gjaldið verður ikki camouflerað, og tí fer tann sunni kritikkurin av KVF ikki at tagna.

 

Lýsingar

Eirikur Lindenskov er ónøgdur um, at KVF sambært uppskotinum framvegis sleppur at senda lýsingar – hóast inntøkurnar skulu í ein grunn.

Tað besta hevði verið, um KVF læt privatu miðlarnar eiga marknaðin fyri seg sjálvar. Tí hevur Eirikur rætt í. Men KVF er tann størsta hurðin út til almenningin. Um tann hurðin bleiv stongd fyri lýsingum, hevði tað rakt eina aðra privata vinnu – nevniliga lýsingarvinnuna.

Sambært uppskotinum verður hurðin hjá KVF standandi opin fyri lýsingum – men KVF fer ikki at vera so aggressivt á marknaðinum, tí inntøkurnar frá lýsingum fara ikki til raksturin hjá KVF.

Tað eru avbjóðingar við hesum – t.d. má tryggjast, at prísurin ikki verður dumpaður, eins og KVF má fáa eitt umsitingargjald burturav inntøkunum. Men verður rætt atborið, kann hetta vera ein skipan, sum tekur atlit til bæði privatar miðlar og lýsingarfyritøkur.

Um pengarnir skulu í ein grunn ella býtast út eftir øðrum leisti, kann diskuterast. Men KVF má kunna senda lýsingar – ið hvussu er sjónvarpslýsingar. Hvar skulu tær annars fara?  

Og um ljóðlýsingar skulu bannast – hvussu so við kunngerðum? Hvar gongur markið millum eina kunngerð og eina lýsing? 

 

KVF má bjargast

Persónliga haldi eg, at KVF eftir umstøðunum framleiðir sera nógv og gott tilfar. Og stovnurin hevur stóran týdning fyri okkara fólkaræði, samfelag og mentan.

Tað merkir ikki, at alt er gott. Sjálvandi bæði kunnu og skulu ábøtur gerast. Tað er t.d. ivasamt, um tað er neyðugt at hava eitt kringvarpsstýri. Tað hevur so ikki verið nøkur trygd móti vantandi fíggjarstýring. Dag & Viku-journalistar kunnu helst filma fleiri av sínum innsløgum sjálvir, sum Árni Gregersen hevur víst á. Redaktiónirnar í útvarpi og sjónvarpi mugu ansa eftir ikki at gera somu samrøður – bara við og uttan mynd. Bara fyri at nevna nøkur dømi.

Allir almennir stovnar, har inntøkur ikki eru treytaðar av framleiðslu, kunnu gerast óeffektivir. Men sum heild er Kringvarpið ikki bara gott – tað er eisini neyðugt.

Tí má tað fáast á rættkjøl.

Og uppskotið, sum nú liggur á tingi, hevði gjørt góðan mun!