Hóast tað er púra greitt, at nógvir føroyingar eiga rætt til endurgjald av AM-gjaldi, so hevur tað í summum førum verið torført at fáa tað endurgoldið frá Skat. Tí hevur Holger K. Nielsen, skattamálaráðharri, eftir umbøn frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, upplýst ein ávísan kontaktpersón á Skat.

Talan er um Søren Hjort-Petersen, sum kann røkkast á +45 72 38 68 56 og hevur teldupostadressuna: soren.hjort-petersen@skat.dk
Endurgjald verður givið teimum, sum fram til 2011 hava búð í Føroyum, hava arbeitt í Danmark og hava rindað AM-gjald á 8 prosent í Danmark. Orsøkin til tað er, at ongin heimild var at krevja inn gjaldið.
Her ber til at síggja lógina um AM-gjaldið og brævið frá Holger K. Nielsen, sum staðfesta, at føroyingar eiga at fáa gjaldið endurgoldið: