09. juli 2020

Kanning: Nei takk til sendistovu í Ísrael

Føroyingar eru greiðir í nýggjari kanning um trygdarpolitikk: Tey siga ja til NATO, og halda, at vit skulu ansa okkum fyri Kina og Russlandi. Í samsvari við hetta eru fólk skeptisk um Huawei. Harumframt vísir kanningin, at fólk siga nei til sendistovu í Ísrael

Í kanningini kom millum annað fram, at færri enn 20 prosent av føroyingum halda tað vera eitt hugskot at lata upp eina sendistovu í Ísrael, meðan 46 prosent eru neilig um ætlanirnar.

Við økta strategiska týdninginum, sum Arktis hevur fingið, er áhugin hjá stórveldunum fyri Føroyum eisini vaksin. Bæði kinesiski og amerikanski ambassadørurin hava vitjað meira enn eina ferð.

Í vetur vitjaði kinesiski ambassadørurin, og tosaði millum annað um Huawei, og okkurt bendi á, at ein handilsavtala við Kina kundi gerast lættari at fáa, valdu føroyingar kinesisku fyritøkuna sum veitara av 5G-netinum.

Hesa vikuna hevur amerikanska sendikvinnan vitjað Føroyar, og nevndi hon ynski um tættari samstarv millum londini, og róði eisini framundir ein amerikanskan maritiman depil í Føroyum.

Tað er lítil ivi um, at vit eru tvingað til - so ella so - at velja síðu. Hvat vit velja, kann hava týdning fyri, hvørji lond framyvir ynskja at samstarva við Føroyar, og hvørja fatan tey hava av Føroyum.

Tí gjørdi Javnaðarflokkurin á Fólkatingi í gjár eina kanning um, hvat føroyingar halda um hesi viðurskifti.

Úrslitið bendir á, at økti altjóða áhugin fyri Føroyum hevur gjørt føroyingar meira tilvitaðar um, at vit mugu velja. Og tað er eingin ivi um, hvørjari síðu føroyingar halda, at vit skulu standa á. Ein stórur meiriluti vil, at vit framhaldandi skulu hoyra til NATO og heldur, at vit skulu ansa okkum, tá ið tað kemur til Kina og Russland.

Breið semja tykist eisini vera um, at føroyskir politikararnir eiga at taka trygdarpolitisk atlit, tá ið handilsligar og uttanríkispolitiskar avgerðir verða tiknar. Einans 11 prosent av teimum spurdu halda tað vera óneyðugt.

Eisini í øðrum spurningum vóru svarini greið. Føroyingar siga:

  • Nei til sendistovu í Ísrael / Jerusalem.
  • *Nei til at USA ella NATO skulu gera maritiman depil í Føroyum.
  • Nei til at Huawei skal seta upp okkara 5G-net.


----

* Í Spyr.fo kanningini varð spurt um NATO ella USA skuldu hava loyvi at nýta Føroyar sum maritiman depil. Tíanverri var ikki gjørligt hjá teimum spurdu at skyna millum NATO ella USA. Tað var bert møguleiki at svara um NATO og USA undir einum.

Hetta var óheppið, tí samstundis sum føroyingar taka undir við, at vit skulu hoyra til NATO, so sýnir kanningin eisini, at fólk eru rættiliga skeptisk mótvegis hernaðarligum samstarvi við USA. Harumframt vísir kanningin, at tað hevur stóran týdning fyri fólk, hvør er forseti í USA. Tí er sannlíkt, at tað sama ger seg galdandi í Føroyum sum í øðrum londum: So leingi Donald Trump er forseti í USA, hava fólk eina meira negativa hugsan um tjóðina, sum higartil hevur verið roknað sum vesturheimsins leiðari.

Tí er hugsandi, at fólk eru meira positiv um ein maritimal depil í NATO høpi, enn um ein slíkan amerikanskan depil. 

Spyr.fo kanning