Nýggj kanning staðfestir, at meiriluti er fyri nýggjum radara, at føroyingar vilja reka hann, men at meiriluti ikki er fyri at gjalda fyri hann.
Úrslitini av nýggjari kanning um trygdar-og verjumál vísa m.a., at tað er meiriluti fyri nýggjum radara á Sornfelli, at tey flestu vilja hava føroyskar myndugleikar at reka hann. Men at ein meiriluti kortini er ímóti, at føroyingar sjálvir gjalda fyri radaran.
Kanningin bendir eisini á, at tað eru fleiri í dag, sum taka undir við, at nýggjur radari verður settur upp enn í fjør.
Tað er Spyr, sum hevur gjørt kanningina fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi. 500 fólk vórðu spurd um miðjan september 2021. Óvissan er upp til 3,5%.
Trýst her fyri at lesa nýggju kanningina: /Files/Útgávur JAF/Verjumálskanning 17 sept og februar 2021.pdf
(Aftast eru úrslit frá tveimum spurningum í februar 2021 um somu mál. Legg til merkis, at spurningarnir í summum førum eru øðrvísi orðaðir, og at hetta kann ávirka svarini.)
Trýst eisini her fyri at samanbera við líknandi kanning í fjør: /Files/Útgávur JAF/Spyrkanning verjumál 2020-07 (pdf).pdf