Sjúrður Skaale
26. april 2022
Sjúrður Skaale

Kanning: Fleiri eru fyri at steðga útflutningi til Russlands enn ímóti

Nýggj kanning um uttanríkismál og viðurskifti við Russland vísir, at ein meiriluti av føroyingum eru fyri at steingja føroyskar havnir fyri russiskum skipum og at fyribils forbjóða útflutningi til Russlands.

Kanningin vísir eisini, at nógv tey flestu (85%) taka undir við, at Føroyar hava tikið ímóti flóttafólki úr Ukraina. Til samanberingar eru bert 30%, sum siga seg taka undir við, at Føroyar taka ímóti flóttafólki úr Miðeystri og Norðurafrika.

Eisini er tað ein stórur meiriluti av føroyingum (75%), sum halda, at russisk hernaðarflogfør gera regluligar flúgvingar í føroyskum loftrúmi.

Tað er Spyr.fo, sum mánakvøldið 11. apríl gjørdi kanningina fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi. 500 fólk vórðu spurd, og óvissan er upp til 3,5%. 

Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri at lesa svarini úr kanningini: 

/Files/Spyrkanning um uttanríkismál og russland.pdf