At krøkja seg fastan í loysingina kann forða fyri veruligum, tjóðskaparligum framstigum
Fólk hava lyndi til at seta tvey spjaldur á føroysku flokkarnar. Antin "loysing" ella "samband".
Javnaðarflokkurin er samríkisflokkur - og tí verður spjaldrið "samband" sett á.
Men henda svart/hvíta mynd er sera misvísandi.
Hyggja vit at innihaldinum heldur enn spjaldrinum, so sæst, at nærum ongar yvirtøkur eru framdar, uttan at Javnaðarflokkurin hevur verið við. Tað er ikki loysing - men tað er sjálvstýrispolitikkur við innihaldi.
Í hesum valskeiðinum hevur Javnaðarflokkurin skipað so fyri, at danskt verður sett eitt sindur til viks, meðan føroyskt verður lyft upp til at vera fremsta mentanarberandi lærugrein á miðnámsskúlunum. Tað er heldur ikki loysing - men tað er innihald og tjóðarbygging.
Javnaðarflokkurin heldur tað ikki vera eitt endamál í sær sjálvum at loysa frá einum ríki, sum vit hava hoyrt til í yvir 600 ár. Men í verki hevur Javnaðarflokkurin flutt Føroyar nógv longur á sjálvstýrisleið enn tey, sum tosa mest um loysing.
Ja, stundum er tað, at stara seg blindan á spurningin um loysing, ein FORÐING fyri veruligum framstigum. Tann, sum vil hava alt ella einki, stendur sum oftast eftir við ongum.