24. september 2021

Í dag: Føroyar ímillum stórveldini!

Í dag verður ráðstevna um vaksandi áhugan, sum stórveldini sýna fyri Føroyum í Arktis. Leinkja til stroyming er eisini her.

Seinastu árini hava bæði Kina og USA sýnt Føroyum óvanliga stóran áhuga: Einfalda avgerðin um veitara av 5G neti til Føroyar gjørdist til eitt stórmál í altjóða politikki, har USA og Kina sendu síni sendifólk til Føroya í fleiri umførum. Somuleiðis er aftur áhugi at seta upp ein lofteftirlitsradara í Føroyum, tí eygu skulu haldast við ferðsluni á føroyskum leiðum.

  • Hví eru størstu og valdsmiklastu tjóðirnar brádliga eru so áhugaðar í Føroyum?
  • Hvørjar avbjóðingar og møguleikar hava Føroyar av áhuganum og trýstinum frá stórveldunum?
  • Hvørja ábyrgd hava Føroyar í sambandi við verjuna av okkara øki?

Ráðstevnan fer av bakkastokki kl. 13 á Hotel Føroyum, har framløgur verða frá politikarum, myndugleikum og granskarum innan altjóða trygdar- og verjupolitikk, ið koma at lýsa, hvussu vaksandi áhugin fyri arktiska økinum beinleiðis og óbeinleiðis kemur við nýggjum avbjóðingum og møguleikum.

Tað verður eisini gjørligt at stroyma ráðstevnuna, við at trýsta her.