Føroyski hugburðurin mótvegis veteranum bendir á, at vit kanska eru í so forkelað
Sjúrður Skaale
Farnu vikurnar hevur verið tiltrongt fokus á støðuna hjá føroyskum krígsveteranum.
Tað er eyðsýnt, at veteranar í Føroyum ikki fáa somu tænastur og tilboð, sum teirra felagar í Danmark. Og vit skulu sjálvsagt seta krøv til teir donsku myndugleikar, sum senda sjálvbodnar føroyingar í kríggj.
Hetta er nú tikið upp politiskt, og væntandi verða nakrar skipanir broyttar.
Men ofta eru vit skjótari at spyrja hvat Danmark kann gera, enn um vit sjálv hava nakra ábyrgd. Og í hesum føri hava vit tað.
Lítil virðing
Tá fólk hava verið fyri ógvusligum upplivingum, er hjá nógvum tørvur á at at tosa um tær við onkran, sum skilir tey. Men tá føroyskir veteranar greiða frá tí teir hava verið fyri, er viðmerkingin ofta: "Hví ólukkan fórt tú í kríggj?" Hvør skal siga: Hatta ert tú sjálvur úti um - og tað var skítbýtt av tær!
Hetta leggur stein oman á eina byrðu, sum hjá mongum longu er tung - og tað er uttan iva við til at gera, at summir av hesum monnum isolera seg, og kanska taka til alkohol ella hash. Og tí blívur alt jú bara verri av.
Hesum hevur Danmark onga ábyrgd av, og hetta kann Danmark einki gera við. Ábyrgdin og uppgávan liggur bara hjá okkum sjálvum.
Eisini okkara stríð
Tær hálvgum fordømandi viðmerkingar, veteranar stundum hoyra, spretta helst úr einum grundleggjandi hugburði um, at altjóða stríð ikki viðkemur okkum. Tí mugu onnur taka sær av.
Men tað viðkemur okkum. Vit liva í tí mest priviligeraða partinum av heiminum - men tað er eingin sjálvfylgja, at tað er so. Heimsins demokrati mugu verjast við hermegi, tíverri. Var hon ikki, hevði vesturheimurin ikki verið so frælsur, sum hann er. Heldur ikki føroyingar.
Hermegi krevur hermenn. Og Føroyar hava ikki og fara aldrin at hava egnan her. Vit hava heldur ikki herskyldu. Vit hava heldur ongar hernaðarútreiðslur. Vit liva okkara priviligeraða lív, og njóta gott av, at onnur taka ábyrgd.
Tí skulu vit virða og vera stolt av, at tað eisini eru føroyingar, sum sjálvbodnir lata seg í hermannabúna og heingja byrsu um herðarnar. At teir gera tað gjøgnum danska herin tekur einki frá tí. Tí tað er einasti møguleiki.
Tí havi eg luftað tann tanka, at føroyskir myndugleikar áttu at gingið á odda við at sýna teimum viðurkenning, sum hava verið í kríggi. Tað hevði uttan iva økt tilvitanina um, at heimurin eisini er okkara ábyrgd - og ávirkað hugburðin mótvegis veteranum rætta vegin.
Medaljur
Veteranar í øllum frælsum londum fáa ymisk sløg av heiðursmerkjum, sum verða latin á tignarligan hátt á serligum hátíðarhaldum.
Tað gera myndugleikarnir fyri at lyfta hesi fólk upp, og sýna teimum virðing. Tað er eisini ein áminning til aðrar borgarar um, at tað eru altso nøkur, sum gera meira enn onnur fyri at verja bæði okkara egna frælsi og frælsi hjá øðrum.
Í dag fáa føroyskir veteranar hesar medaljur við postinum. Tað er einki minni enn skammiligt.
Eitt av fleiri hugskotum kundi tí verið, at føroyskir myndugleikar handaðu veteranunum teirra medaljur. Tí tað er her teir búgva, tað er her teir hoyra heima, og tað er her teir skulu kenna seg virdar.
Irak
Oftast er eingin ivi um, at føroyskir soldatar gera tað rætta á røttu síðuni, tá teir eru í kríggi. Men ikki altíð. Taka vit Irak-kríggið, so var tað jú eitt stórt mistak. Skal nakar hava viðurkenning fyri at hava verið við til tað? spyr onkur.
Víst var tað eitt fatalt kríggj. Men hermenninir fara hagar, teir verða sendir. Tað byrja einki kríggj. Hinvegin hava teir í Irak rindað høgan prís fyri skeivar avgerðir hjá politikarum. Teir skulu ikki rinda ein prís afturat, tá teir koma heim.
Føroya Løgting var eisini ímóti álopinum á Irak, sigur onkur annar. Hvussu kunnu vit so heiðra tey, sum vóru við?
Tað kunnu vit tí so leingi vit - sjálvboðin - eru í ríkisfelagsskapi, er verjupolitikkurin danskur. Júst sum hægsti rættur er danskur. Tað er okkara egna val. Skulu føroyingar gera hertænastu undir verandi skipan, má tað verða gjøgnum danska herin. Antin undir NATO-leiðslu, amerikanskari leiðslu, ella ST-leiðslu.
Í Irak var leiðslan amerikonsk. Og tað var skeivt av Danmark at vera við.
Men tað var eitt undandak. Tað er sera, sera sjáldsamt, at danskir myndugleikar senda fólk á vandamiklar missiónir, har spurnartekin av álvara kann setast við, um tað er rætt.
Í so forkelað
Føroyar skuldu havt størri innlit í og ávirkan á ríkisins verjumál. Men so skuldu vit eisini rindað okkara part. Og tað er tað eingin, sum vil. Tí er heldur ikki tað nakað argument fyri ikki at virða okkara egnu soldatar.
Vit kunnu samanbera við Skotland.
Skotland er partur av bretsku verjuskipanini. Og skotar rinda sín part fyri hana. Teir rindaðu eisini fyri Irak-kríggið, hóast stórur skotskur meiriluti var ímóti. Men fyri tað verða skotskir veteranar bæði høgt virdir og heiðraðir í Skotlandi.
Tí eitthvørt demokratiskt land virðir, at summi taka á seg at vera demokratisins vápnaði armur - og við tí seta seg sjálvan í vanda fyri at fáa bæði likamligan og sálarligan skaða. At armurin kann verða brúktur á skeivan hátt, er ikki teirra ábyrgd.
At nógvir føroyingar ikki virða okkara egnu veteranar bendir á, at vit kanska eru í so forkelað...