Sjúrður Skaale
Lesarabræv29. juni 2012
Sjúrður Skaale

Hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyarpáll ...

Danmark er eitt av 27 ES-londum. Í Danmark býr 1 % av fólkinum í ES. Tí kann Danmark ikki einsamalt forða ES at seta tiltøk í verk móti Føroyum

Lógin, sum skal geva ES heimild til at boykotta m.a. Føroyar, verður helst sett í gildi longu í september. Tað er fyrr enn væntað. Orsøkin er, at fleiri stór lond hava strongt á.

Tað hevur - einaferð enn – fingið fólk at spyrja, um Javnaðarflokkurin hevur hildið tey lyfti, vit góvu undan fólkatingsvalinum: Nevniliga at vit ikki fóru at stuðla eini danskari stjórn, sum treytaleyst fylgdi kósini hjá ES í hesum máli.

Tað skal ikki dyljast, at tað onkuntíð hevur verið eitt sindur av gnaddi millum okkum og stjórnina um hetta. Tá støðan ikki hevur verið nøktandi, hevur málið eisini verið viðgjørt í leiðslu Javnaðarfloksins.

Men støðan hevur verið púra greið: Vit hava greitt stjórnini frá hvat vit hava lovað føroysku veljarunum, og at okkara stuðul er púra treytaður av, at hetta verður hildið.

Og orsøkin til, at vit framvegis kunnu stuðla stjórnini er júst, at okkara lyfti verða hildin: 

  • Danska stjórnin atkvøður í ES-ráðharraráðnum IKKI fyri at seta heimildarlógina í verk.
  • Danmark krevur, at alt, sum fer fram, er í samsvari við altjóða lóg.
  • Danmark krevur, at samsvar er millum ta revsing, ES setur í verk, og tað "brotsverk" ES heldur vera framt
  • Danmark er til reiðar, vegna Føroyar, at leggja hetta fyri viðkomandi altjóða stovnar, har Føroyar ikki hava egnan limaskap.

Hetta er ikki meira, enn vit eiga at kunnu krevja. Men vit kunnu heldur ikki vera ónøgd við hetta. Tí tað er ikki so nógv annað, Danmark kann gera.

 

Eitt lítið land

Tað verður spurt, hví Danmark, sum ES-formansland, ikki steðgar allari ætlanini.

Spurningurin byggir á eina misskiljing. At Danmark hevur formansskapin merkir ikki, at Danmark ræður í ES. Sum formansland má Danmark umboða meirilutan - hóast landið ikki er partur av hesum meiriluta.

Og Danmark er altso bara eitt av 27 ES-londum. Øll hini 26 (ið hvussu er næstan øll) vilja hava hetta sett í verk.

Summi tykjast eisini halda, at Danmark er eitt stórt og máttmikið land, sum má kunna fáa ES at broyta kós.

Henda hugmynd av Danmark kemst kanska av, at landið fyllir so nógv í hugaheimi føroyinga. Men hon er púra skeiv. Danmark er eitt elalítið land. Har búgva góðar fimm milliónir fólk - mótvegis teimum 500 milliónunum, sum búgva í øllum ES.  Tað er 1 %.

Kunoyingar kunnu ikki ráða í Føroyum - Danmark kann ikki ráða í ES.

 

Verja ikki Danmark

Tað er eisini sagt, at eg "verji Danmark og virki sum longdi armurin hjá donsku stjórnini í Føroyum".

Tað er ikki rætt. Stjórnin hevur, sum sagt, fingið greið boð um, hvat vit kunnu liva við. Tað hevur gjørt mun. Og tað eydnaðist - takkað fleiri hóvligum kreftum - at forða fyri, at heimildarlógin gevur ES rætt at boykotta allan føroyskan útfutning.

Men tá fólk halda, at lítla Danmark einsamalt kann fáa ES at broyta kós - so má mann siga sum er: Tað ber snøgt ikki til. Og tá fólk halda Danmark hava skyldina av hesum, so má eg eisini siga, at tað ikki er rætt. Danmark hevur ikki tikið stig til hetta, tekur ikki undir við tí, og roynir at avmarka møgulig tiltøk.

 

Bólturin er hjá okkum

Føroyingar hava valt eina aðra kós enn Danmark. Vit hava valt at standa uttanfyri ES. Vit hava valt at føra okkara egnu samráðingar um fiskirættindi. Og tað er ikki Danmark, vit samráðast við um makrelin – tað er ES.

Heldur enn at vænta, at onkur annar kann hjálpa okkum, eiga vit nú (kanska saman við Íslandi) at styrkja okkara próvførslu í hesum máli - bæði tá tað snýr seg um tey biologisku og tey juridisku argumentini. Tí ger ES av at seta tiltøk í verk, fáa vit høvi at leggja fram okkara sjónarmið. Og tá ræður um at verða væl fyrireikaður.

Sama ger seg galdandi, um vit biðja donsku stjórnina um at leggja hetta fyri ein altjóða stovn at taka støðu til.

Bólturin er hjá okkum.